Søguskrín við 10 søgum, børnini kenna

Søgurnar hava staðið á bókahillini í mongum heimi í Føroyum í nógv ár. Nú er nýtt lív birt í tær í og við, at tær eru lisnar inn á fløgu. Og upplesararnir eru ikki hvørjir sum helst

Bókadeild Føroya Lærarafelags roynir nýggjar leiðir. Mikudagin gav deildin á fyrsta sinni út fløgu. Talan er um Søguskrínið, ið er fløga við 10 søgum, flest børn í Føroyum kenna væl.

Á tíðindafundi mikudagin segði Niels Jákup Thomsen, leiðari á Bókadeildini, at útgávan er ein verkætlan, sum gongur aftur til 1996. Eftir nógvar áheitanir hevði deildin givið út band við søgum til yngri børn hetta árið. Síðani heitti deildin á Julionnu Næs, barnagarðsleiðara í Fuglafirði, um saman við øðrum námsfrøðingum um at skipa fyri einum úrvali av søgum, ið eisini skuldi koma út sum band. Sigrid Funding úr Dr. Ingridar barnagarði og Katrin Petersen úr dagstovninum í Hoyvík valdu saman við Julionnu Næs átta søgur, tær av royndum vistu, børnunum dámar at hoyra. Tvær eru síðani komnar afturat. Fólk ráddu frá at geva søgurnar út sum band, tí bond verða ikki gjørd longur. Nú er tað fløgan.

Søgurnar eru allar týddar til føroyskt, og flestu teirra fyri nógvum árum síðani. Tær eru vorðnar klassikarar, - tá ið tær komu út vóru útgávur av barnabókum ikki gerandiskostur, so langt frá. Hesar søgurnar, nógvar eru útseldar fyri langari tíð síðani, men kunnu lænast á bókasøvnunum, hava staðið á hillini í mongum heimi í Føroyum. Nú verður nýtt lív birt í tær í og við, at tær eru lisnar inn á fløgu.

Og upplesararnir eru ikki hvørjir sum helst. Vár Jacobsen, ið er útbúgvin dramaturgur, og Páll Danielsen, ið er útbúgvin sjónleikari, og sum øll børn kenna frá fríggjakvølds sendingunum í sjónvarpinum Likkulikkuleia, lesa tær tíggju søgurnar upp. Sera hegnisliga, livandi og fangandi við ljóði og øðrum, ið gera frásøgnina enn meiri sannførandi.


Søguvalið

spennur víða

Søgurnar eru Søgan um blóðreyða súreplið eftir Jan Lööf, sum Pauli Nielsen hevur týtt, Bukkarnir Brúsi eftir Asbjørnsen og Moe, sum Pauli Hansen hevur týtt, Pannukøkan, ið er skotskt ævintýr, sum Jóhannes Enni hevur týtt, Tummil Lítli eftir brøðurnar Grimm, sum Heðin Brú hevur týtt, Søgan um gularótina eftir I. M. Nordentoft, sum Jóhannes Enni hevur týtt, Abbi er sjórænari eftir Jan Lööf, sum Pauli Nielsen hevur týtt, Úlvurin og tey sjey geitarlombini eftir brøðurnar Grimm, sum Heðin Brú hevur týtt, Haran og snigilin eftir brøðurnar Grimm, sum Jóhannes Enni hevur týtt, Køkumaðurin eftir Nichola Armstrong og Lorkulegg eftir brøðurnar Grimm, sum Niels Jákup Thomsen hevur týtt.

Fløguhúsin er ein søga fyri seg. Edward Fuglø, listamaður, hevur prýtt við myndaevnum úr søgurnar í skríninum. Lorkuleggur er á ferð á sjálvari fløguni, og tá ið tú tekur fløguna úr húsan-um sært tú tað blóðreyða súreplið. Fløgan er tikin upp í Jak Zac studio, og Repro Z hevur staðið fyri prentgerðini.


Avgjørt tørvur

Fløgan verður at fáa í bókabúðunum kring landið, og alla staðni, har fløgur vanliga verða seldar. Hon kostar 139 krónur. Limirnir í barna- og ungdómsbókaklubbunum fáa tilboð um at keypa fløguna. Upplagið er 1500, og tær, ið góvu út bókina Hey øll Føroya børn, tá ið altjóða barnaárið var, hava stuðlað útgávuni fíggjarliga.

- Tað er nakað dýrari at geva eina fløgu út enn eina bók, men selur fløgan væl, er ikki óhugsandi, at vit fara at geva fleiri út, sigur Niels Jákup Thomsen, leiðari á Bókadeild Føroya Lærarafelags.

Ábendingar aðra staðni vísa, at fløgur við søgum er ein stórur marknaður. Íslendingar hava seinni árini gjørt nógv við hetta, og tað kundi bent á, at tað fer ikki at ganga so long tíð, til næsta fløgan við søgum kemur út í Føroyum.

Námsfrøðingarnir, ið hava valt søgurnar út, meta, at tað er avgjørt tørvur á eini fløgu sum hesari. Tær eru ógvuliga fegnar um, at útgávan er vorðin veruleiki, og tær ivast ikki í, at fløgan fer at selja væl. Ikki minst kemur hon væl við hjá teimum, sum av eini hvørji orsøk ikki kunnu spæla, antin tey eru bundin at eini song, eru sjúk og skulu hava eitthvørt at stytta sær stundir við. Og sum øll foreldur vita, dámar børnum væl at hoyra somu søgurnar um aftur og umaftur.


Trúgv ímóti upprunanum

Upplesararnir, ið hava havt fríar hendur í arbeiðinum at stíla fyri, hvussu søgurnar verða bornar fram, hava valt at vera trúgvir ímóti málinum í týddu útgávunum. Eingi orð, setningar ella annað, sum tíðin kanska er farin frá, er broytt.

- Tað er eisini við atliti til tey lesiveiku, at vit hava valt at lisið upp, soleiðis sum skrivað stendur. Viðhvørt hevur eitthvørt, so sum setningar virkað nakað knortlut, men tá ið vit eru komin á lagi, hevur tað kortini ikki verið nakar trupulleiki, sigur Páll Danielsen.

- Tvær av søgunum, Søgan um tað blóðreyða súreplið og Abbi er sjórænari, víkja frá hinum søgunum í so máta, at tað er best hjá børnunum at blaða í bókunum samstundis sum tey lurta. Hesar søgurnar fara fram í tveimum løgum, eitt nú í teirri fyrru er tað ein stórur partur av søgugongdini at fylgja við, hvussu súreplið ferðast ígjøgnum søguna, sigur Vár Jacobsen.

At lesa upp fyri børnum í dag í mun til fyrr er væl øðrvísi. Børn eru von við at hava myndir afturat, og tí hava ikki øll bindini til at lurta eftir søgum uttan at fáa myndir afturat.

- Tá ið tú lesur søgur fyri børnum í dag, sæst beinanvegin, um tað eru nøkur sum ikki hava bindini til at lurta og fylgja við. Tí hevur tað verið ein eyka avbjóðing at gera upplesturin so góðan sum til ber. Eftirviðgerðin hevur verið neyv, vit hava lisið upp fyri okkara egnu børnum, og gjørt rættingar fyri at gera upplesturin enn betri, sigur Páll Danielsen.