Flogbóltur
Tá umræður, eru tað teir góðu og royndu spælararnir, ið mugu ganga undan. Soleiðis var tað hjá SÍ, sum í fimta og avgerandi settinum gekk undan allan vegin, tí í avgerandi løtuni lagaði tað seg soleiðis, at Annika á Stongum skuldi vera tann, ið servaði.
Hon hevði eisini servað SÍ væl í gongd beinanvegin í settinum, og nú hon enn eina ferð skuldi aftur um baklinjuna at seta bóltin í spæl, var støðan 11-9 til SÍ. Væl lá fyri hjá henni, og sjálvt tá bólturin ta einu ferðina kom í netkantin, vann hann yvirum og gav stig.
Ikki minst tann allarseinasta servan vísti sjálvsálitið, ið ofta ger munin á vinnarum og taparum í dystum, sum skulu avgerast. Servan var trygg og so væl plaserað, at bólturin ongantíð kom yvir um netið aftur, og so hevði SÍ tryggjað sær annað steypameistaraheitið á rað!
Trilvandi byrjan
Tey flestu høvdu helst eisini SÍ sum favoritt at vinna steypafinaluna hjá kvinnunum, men av tí at hetta eisini var grannauppgerð, tí Dráttur stóð hinu megin netið, vóru tað bert tey fægstu, ið tordu at vera ov avgjørd í gitingunum undan dystinum.
Hvussu var og ikki, so byrjaðu bæði lið rættiliga ótrygt og trilvandi. Nógvir feilir vóru at síggja í fyrsta settinum, ikki minst servufeilir, og tað lýsti av liðunum báðum, at nervarnar hingu uttaná. Hetta var eitt nervakríggj, sum tað ráddi um at vinna, skuldi finalan vinnast.
Dráttur sá út til at koma betur úr startholinum, tí eftir at liðini høvdu fylgst fyrstu løtuna, fór tær úr Sandavági og Miðvági avstað. Eitt skifti var Dráttur á odda 22-16, men ímóti endanum byrjaði SÍ at gera um seg og nærkaðist, so Dráttur ímóti endanum var bara á odda 23-22, áðrenn settið varð tikið.
Í kjalarvørrinum á viðgongdini síðstu løtuna í fyrsta setti, tóktist SÍ taka annað skinn um bak beinanvegin í øðrum setti. SÍ vildi avstað beinanvegin og fekk eisini rist Drátt av sær, og í løtum var talan um sera trygt spæl frá SÍ, ið gav eina mynd av, hví SÍ ígjøgnum allan vetur hevur verið sterkasta liðið í landskappingini eisini.
Karin Mikkelsen, sum var ivasom undan dystinum, tí hon hevði keikt sær fótin hóskvøldið, kom nú væl í gongd og sá út til at koma høgt upp fleiri ferðir, umframt at fleiri vóru til reiðar at taka ábyrgd. Ein teirra var Vivian Joensen, sum ímóti endanum servaði settið heim, so tað nú stóð á jøvnum 1-1.
Dráttur trýsti SÍ
Dráttur kom tó sterkt aftur í triðja setti, har tað mestsum allan vegin var sera javnt. Nú komu fleiri duellir og meira lív kom í dystin. Og serliga ta síðstu løtuna var tað stuttligt at hyggja at, tí báðir partar stríddust um hvønn einasta bólt. SÍ kom upp á javnt 20-20, men megnaði ikki at halda Drátti, ið fyrst fór upp á 23-20 og síðani tók settið.
Undan fjórða setti var ikki sørt, at trýstið lá á SÍ, sum í triðja setti hevði sæð fleiri »ómøguligar« bóltar komið uppaftur hinu megin netið. Dráttur skuldi bara vinna hetta settið aftrat, so var steypasigurin har, meðan SÍ mátti vinna hetta settið, skuldi eitt fimta sett og ein møguleiki aftrat fáast í dystinum. Her var SÍ sera sannførandi, og eins og í øðrum setti, var tað Helga Guttesen, ið fekk tikið síðsta bóltin, tá hon lobbaði so hegnisliga, at grannagenturnar hinumegin ongantíð fingu fatur í bóltinum.
Tískil mátti dysturin út í fimta settið, áðrenn hann varð avgjørdur. Tað settið tók SÍ eisini, og við greiðu yvirvágini í øðrum og fjórða setti, umframt at SÍ klárt hevði munin í avgerandi fimta settinum, so var eingin ivi um, at steypafinalan eisini fekk rætta vinnaran. Og sum tað sær út í landskappingini, kundi tað meiri enn so hent seg, at SÍ vann meira aftrat hetta kappingarárið.
Dráttur hevði hinvegin stóra æru av finaluni og gjørdi sítt til, at áskoðararnir fingu ein dyst, ið livdi líka til tað síðsta. Kanska virðingin fyri SÍ var í so stór í avgerandi løtunum, og tí rakk tað ikki á mál hesa ferð. Men Dráttur fekk væl og virðiliga rættvísgjørt, at liðið var komið í finaluna, og ivasamt er, um nakað av hinum »betru« liðunum høvdu megnað at gjørt meira við SÍ, enn Dráttur gjørdi.