Hjá Mjølni hevði steypafinalan nógv at siga í tann mun, at hetta helst var einasti møguleiki teirra at vinna nakað gull í ár. Hjá einum flúgvandi SÍ-liði var hetta hinvegin eitt møguligt fyrsta fet at fullføra eitt greipu-ár og høvdu teir við einum fyrsta plássi í Eik-liguni at vísa á eisini eitt favoritt-heiti hangandi um hálsin undan finaluni. Lið teirra er væl samanskrúvað við egnum royndum leikarum og einum sera sterkum útlendingi í sterka serbanum, Nicola Kapric.
Í einari finalu kann tó alt henda, og var spenningurin undan finaluni eisini stórur, eins og nógvur rómur var av áskoðaraplássunum – og eins og í kvinnufinaluni vóru tað SÍ-fjeppararnir, ið høvdu greitt yvirtak.
Mjølnir argaðu eina løtu
Heldur óvæntað vóru tað Mjølnir, sum legði bragdligari fyri. Teir hildu einari leiðslu næstan helvtina av settinum, áðrenn menninir úr SÍ, sum kanska bara skuldu spæla seg heitar, á fyrsta seinni løgdu seg á odda við støðuni 12-11. Hesa løtuna vóru tað serliga útlendingarnir hjá liðunum báðum, Boban Ilic hjá Mjølni og Nicola Kapric hjá SÍ, sum gjørdu vart við seg.
Mjølnir helt fast og lat ikki SÍ sleppa avstað fyribils, men miðskeiðis í settinum mistu teir takið og SÍ legði seg á odda við trimum. Tað var serliga móttøkan hjá Mjølni, sum ikki hepnaðist og frátók teimum møguleikan at fáa álopsspælið í gongd. Tá ið tað so riggaði, so var blokkurin hjá SÍ stinnur og var hetta alt við til at gera, at SÍ vann fyrsta sett 25-19.
Einki aftursvar
SÍ legði í hesum settinum betur frá landi og vóru teir eisini førir fyri at verja eina tepra leiðslu. Mjølnir royndu at svara aftur og kom miðskeiðis í settinum niður á ein mun, ið bara var ein bóltur, men tá gjørdist ov tungt at renna aftaná og SÍ endurvann sær eina trygga leiðslu.
Mjølnir stríddust framvegis við at fáa móttøkuna at sita og vóru teir langt aftanfyri SÍ, tá ið tað umráddi at fáa sett upp til hóttandi álop. Við avgjørdum spæli syrgdi SÍ fyri, at bóltarnir sjáldan gjørdist langir, og var tað eisini í stórum stíli, at teir avgjørdu settið við greiða úrslitinum 25-16.
Gjørdu bart
Í triðja setti var tað aftur SÍ, sum legði væl fyri og bygdi sær eina leiðslu. Søgan var annars hin sama sum í 2. setti. SÍ rann aftaná og gjørdi tað eisini leingi væl, men so rann orkan og alt, ið har til hoyrir, frá teimum, og eftir javnleik 9-9 vann SÍ heilar átta bóltar á rað og kom á odda 17-9. Hesa løtuna riggaði snøgt sagt einki hjá Mjølni, sum eisini týðiliga vóru ónøgdir við teirra egnu avrik.
SÍ vísti av sonnum tað spæl, ið ger, at teir eisini liggja á odda í Eik-liguni, og við væl uppsettum álopum var tað oftast kanónin hjá Nicola Kapric, sum avgreiddi bóltarnar til teirra fyrimun. SÍ vann settið trygt 25-15.
Mjølnir var væl við frá byrjan í øllum settunum, men sum settini liðu var tað SÍ, sum við nógv betra spælinum dróg frá og avgjørdi øll settini.