Áðrenn vit blivu eitt sokalla moderna samfelag við allari tí dálking tað hevur havt viðsær, var Ósáin ein rein og vøkur á, sum hýsti nógvum sílum og állum.
Í dag er áin at metast javnt við ein køst, har kloakkir renna útí og órudd, so sum súkklur og barnavognar liggja slongd.
Við framsýningini er ætlanin at vísa borgarunum, hvussu tíðin er farin við ánni og umhvørvinum har áleið, og hvussu vit kunnu venda gongdini, soleiðis at áin og umhvørvi aftur koma til heiður og æru, øllum borgarunum til gleði og gagns.
Framsýningin skal eisini viðvirka til at økja um áhugan fyri umhvørvinum og umhvørvisvernd, soleiðis at vit sum borgarar og politikara altíð hava umhvørvi og umhvørvishugsanina við í tí vit fyritaka okkum.
Áheitan á borgararnar
Áhugafelagsskapurin "Síl í Ósánna" heitir á fólk, ið liggja inni við myndum og øðrum, sum hevur samband við Ósánna um at útvega teimum tað.
Bæði yngri sum eldri myndir hava áhuga, kanska serliga um fólk, fæ og/ella ein søga er tengd at myndini. Eisini frásagnir um virksemi í og við ánna hava stóran áhuga. T.d. hvussu nógv og stór sílini og állarnir vóru, hvar og hvussu tey blivu fanga. Um tey blivu gagnnýtt ella bert blivu flutt runt í ánni o.s.fr.
Um so er at ein ella fleiri lutir eru til, sum hava serligt tilknýti til ánna ella umhvørvi har, so hevur tað eisini sera stóran áhuga.
Fólk kunnu venda sær til Abraham Mikladal, Garðavegur 4 tlf. 457969 / 217969 ella Kára Purkhús, Helnabrekka 13 tlf. 457840.
Síl í Ósánna
Áhugafelagsskapurin "Síl í Ósánna" er fyri øll, ið hava áhuga í umhvørvi og umhvørvisvernd og vilja taka virki lut í slíkum arbeiði, herundir at fáa Ósánna aftur til eina reina og vakra á har síl og annað djóralív trívist, eins og øki við og rundanum verður skipað sum eitt rekreatiónsøki fyri borgarnar.
Á framsýningini á Norðoystevnu verður høvi hjá áhugaðum at skriva seg upp og harvið gerast partur av áhugafelagsskapinum Síl í Ósánna.