Ósáin rein:

Umhvørvisligt frambrot í Klaksvík
Nú er gongd av álvara komin á at reinsa Ósánna. Fyri fyrstu ferð er ein miðvís ætlan løgd fyri arbeiðið, og gongst sum ætlað, kann býurin fegnast um eina reina Ósá longu um góð tvey ár

Seinastu mánaðirnar hevur rættiligt virksemi verið at sæð kring Ósánna í Klaksvík. Heili 24 kloakkir frá sethúsum umframt frá fleiri stovnum eru leiddar úr ánni í reinsiverk, og arbeiðið heldur støðugt fram. Frá at vera størsta kloakkin í býnum, eru nú av álvara útlit fyri, at Ósáin verður stoltleikin hjá Klaksvíkini.
- Bera vit okkum rætt at nú, hava vit møguleikan at skapa ein grønan geira, sum um fá ár røkkur líka frá miðbýnum og út í Grøv, sigur Rani Nolsøe, formaður í Heilsu- og Umhvørvisnevndini hjá Klaksvíkar kommunu.
Umframt Rana Nolsøe eru tað Bergur Viderø, skrivari í Heilsu  og umhvørvisnevndini og Kristoffur Olsen á vegadeildini hjá Klaksvíkar kommunu, sum síðani januar mánað hava staðið á odda fyri verkætlanini Ósáin rein, sum í fyrsta umfari hevur til endamáls at leiða alt skittvatnið úr Ósánni og í reinsiverk.
Grønur hjartastrongur
Verkætlanin Ósáin rein varð sett út í kortið longu í 2001, og síðani tað, er ein hálv millión krónur um árið settar av til ætlanina. Hóast onki spurdist burturúr fyrstu fyrireikingunum, varð ætlanin ongantíð slept. Síðsta ár eydnaðist tað so umsíðir at skipa eina so mikið miðvísa heildarætlan fyri arbeiðið, at farast kundi í gongd. Og endamálið er framvegis tað upprunaliga: at skapa umstøður fyri at plantur og djóralív aftur koma at trívast í Ósánni, so hon kann gerast hjartastrongurin í einum grønum frítíðarøki, ið røkkur gjøgnum allan býin
- Hetta er ein einastandandi møguleiki, Klaksvíkin hevur fram um flestu aðrar býir, sum ikki brúktu møguleikan at verja síni grønu øki í miðbýnum, meðan tíð var. Vit skulu minnast til, at tað er eitt satt undur, at ein bensinstøð ikki varð bygd á Vágsbøi á sinni, tá bert ein atkvøða í býráðnum steðgaði tí ætlanini, sigur Rani, sum ikki ivast í, at eitt grønt miðbýarøki kemur at standa sum ein varði fyri Klaksvíkina framyvir. Ikki bara í eygunum á teimum, sum koma at vitja, men sanniliga eisini fyri trivnaðin hjá teimum, ið búgva her.
Partur av heildarætlan
Rani ásannar, at materiellur framburður sjálvandi skal til, um einum býi skal verða lív lagað. Men tað materiella kann ikki standa einsamalt, tí menniskju trívast nú einaferð best, um tey eisini hava atgongd til grøn náttúruøki.
- Tí trúgvi eg, at ein býur, ið megnar at skapa eina javnvág, har modernitetur og tað upprunaliga ganga hond, gevur besta gróðarbotnin fyri trivna og menning fyri allar tættir í býnum, sigur Rani, sum fegnast um, at umhvørvið fekk neyðugu býráðspolitisku raðfestingina í 2001, so at grøn øki  gjørdust partur av heildarætlanini fyri býin.
Ein gøtuætlan er longu gjørd, har ein gøta kemur at ganga fram við fjøruni í Víkunum heim í miðbýin og harfrá fram við Ósánni allan vegin út í Grøv. Har, áin rennur gjøgnum Vágsbø, er so ætlanin at gera eitt størri grønt frítíðarøki, har fólk kunnu sessast eina løtu og njóta friðin og náttúruna.
- Vit vita øll, hvussu stóra gleði fólk í býnum hava av vakra økinum Úti í Grøv, og hvat býargartnarin kann avrika, um umstøðurnar eru til tað. Tað er hesin tankin vit nú vilja víðka, so hann eisini røkkur inn í miðbýin, sum eitt mótspæl til tað ofta stressaða býarlívið, sigur Rani.
Neyðugt við umhvørvisdeild.
Ein av orsøkunum til, at fyrireikingararbeiði at reinsa Ósánna hevur tikið so drúgva tíð, er, at ætlanin mest sum hevur verið heimleys í kommunala arbeiðinum. Rani og Bergur eru tí sannførdir um, at neyðugt er við eini umhvørvisdeild, har øll umhvørvismál verða savnað á einum stað, og har eitt serstakt toymi sleppur at arbeiða víðari við grønu verkætlanini kring Ósánna. Sum er, verður sjálvt arbeiðið at reinsa ánna bert gjørt í avlopstíðini hjá vegadeildini, og hetta er als ikki nøktandi, vísir Kristoffur Olsen á.
- Arbeiði við at leiða skittvatnið frá ánni er sera tíðarkrevjandi, tí tú skalt mest sum inn í hvønn kjallara og hava at grava fyri at leggja kloakkirnar av nýggjum. Men fingu vit eitt toymi av arbeiðsfólki, sum burturav slapp at taka sær av hesum, er tað ikki ósannlikt at arbeiðið varð liðugt longu um góð tvey ár, sigur Kristoffur.
Nær borgarar í býnum kunnu fegnast um endaliga úrslitið av grønu verkætlanini, veldst sostatt um raðfestingina í Klaksvíkar kommunu. Úrslitið av arbeiðinum seinastu mánaðirnar prógvar í øllum førum í ríkiligt mát, hvussu nógv kann fáast á skafti, tá viljin er til staðar.