Tað er í morgin, at Jákup Petur Eliassen saman við øðrum fer at súkkla eftir brekkuni frá Autoservice niðan á Kleynisvarða 42 ferðir.
Endamálið er at súkkla ein tein, sum er eins høgur og Everest fjallið, og súkklar tú teinin frá Autoservice niðan á Kleynisvarða 42 ferðir, hevur tú súkklað 8.848 metrar uppeftir - sum er hæddin á Everest.
Fyrireikararnir hava valt at kalla henda hátt at súkkla "everesting", og hugtakið er einfalt.
– Tú velur eina brekku og súkklar brekkuna til tú hevur klintra 8.848 m. – sum er hæddin á Mt. Everest. Tað skal gerast í einum og sama túri. Tað er eingin tíðaravmarking, men tað er ikki loyvt at sova, siga fyrireikararnir.
– Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon og Tórshavnar Kommuna fara í samband við Everesting-tiltakið at skipa fyri einum súkklutiltakið fyri øll, har øll, ung sum eldri, hava møguleika at súkkla saman við Jákup Peturi og øðrum súkklarum. Øll kunnu vera við. Allar súkklur kunnu nýtast, tað er líkamikið, hvussu ofta tú súkklar brekkuna.
Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon og Tórshavnar Kommuna ynskja at vísa á, at súkkling er góð rørsla, og øll kunnu verða við.
Tiltakið byrjar klokkan 16.