Súkklarnir eru til reiðar

Nú er greitt, hvørjir súkklarar skulu umboða Føroyar á Oyggjaleikunum á Isle of Wight

Súkklarnir hava lagt nógv fyri í fyrireikingunum undan vikuskiftinum, tá landsliðs­súkklararnir skuldu finnast. Teir royndu seg í einkultstarti og landsvegkoyring.
Fríggjakvøldið varð kappast í einkultstari. Teinurin var úr Kollafirði, norður gjøgn­um Sundalagið, gjøgnum Norð­skála, vendu á lands­veg­num millum Svínáir og Ljósáir, og síðani aftur til Kollfjarðar.
Leygardagin varð kappast í landavegssúkkling. Orsaka av nógva vindinum varð bara súkklað í Havn, heldur enn teinin úr Havn til Hvalvíkar og aftur. Málið var við Gróður­søluna í Hoydølum. Súkklað varð niðan á Háls, runt í rund­koyringina, oman aftur móti tyrlupallinum, fram við Strond, oman til Skansan, runt í rundkoyringini við Skanska, niðan aftur móti Gróðursøluni, niðan á rundkoyringina, har vegurin Langi og Hvíta­nes­veg­urin møtast, og omaftur til Gróður­søluna.
Tað gekk væl hjá føroyska súkklulandsliðnum á Rhodos fyri fýra árum síðani. Liðið fekk silvurheiðursmerki í lið­kappingini. Ítróttargreinin var ikki við á Álandi fyri tveimum árum síðani.

Hesi umboða Føroyar:
Menn:
Gudmundur Joensen
Gunnar Dahl-Olsen
Torkil Veyhe
Bogi Kristiansen
Morten Hansen

Kvinnur:
Marin Heinesen
Súsanna Skylv