Kappingin um Føroya feitastu bilar 2017 heldur fram hesa vikuna. Hetta er triðja árið, at sølumiðstøðin SMS í Havn skipar fyri hesi kapping.
Eins og undanfarin ár eru tað Sofus, Maggi og Óli, sum eru dómarar. Fríggjadagin fara dómararnir at velja teir seks bilarnar út, sum koma at standa á torginum.
Myndirnar verða lagdar út á Facebook, og dómararnir velja síðan seks favorittar, ið verða sýndir fram. Eisini verður møguleiki hjá vitjandi í SMS at atkvøða, meðan bilarnir standa á torginum.
Tey, sum atkvøða, eru við í kapping um at vinna eina ferð fyri tvey til Formel 1 í Belgia.
Seinasta freist at senda myndir inn til kappingina er fríggjadagin 9. juni. Bilarnir koma á torgið mánadagin 12. juni og standa alla vikuna. Leygardagin 17. juni verður finalan saman við ein stórum tiltaki í sølumiðstøðini.
Nógvir feitir bilar eru kring um í landinum, so tað er bara at senda inn, siga teir tríggir dómararnir.