Sóknast eftir statistum til svenska sjónvarpsrøð

Ætlanin er at fáa eini tríhundrað fólk at sláa ring á Vaglinum leygarkvøldið.

Eitt svenskt filmslið er í Føroyum í hesum døgum í samband við upptøkur til eina nýggja sjónvarpsrøð, ið verður send á alnetinum.


Í samband við upptøkurnar av sjónvarpsrøðini, ið verður upptikin í Føroyum og Svøríki, hava framleiðararnir vitja Føroyar tvær ferðir áður.


Fyrru ferðina var tá sólarmyrkingin var, og vórðu tey so bergtikin av føroyska dansinum, ið skipað varð fyri á Vaglinum, um kvøldið, at tey ynsktu at gera tað til ein part av sjónvarpsrøðini.


So í samráð við ymisk dansifeløg verður skipað fyri føroyskum dansi á Vaglinum leygarkvøldið klokkan átta, har trivið verður í Ormin Langa.


Fyriskipararnir vóna, at so nógvir føroyingar sum gjørligt møta á Vaglinum, so tað eydnast at endurskapa serligu løtuna fyri einum ári síðani.


Tað einasta, ið er neyðugt, er at møta á Vaglinum klokkan 20, og fyrireikararnir lova, at tey, ið møta, fáa ymiskt gott at eta og drekka.


Sjálv sjónvarpsrøðin hevur fingið navnið Gabriel Klint, og er um einglar, ið hjálpa persónum, ið ætla at taka lívið av sær sjálvum.


Ein eingil verður tó forelskað við einum persóni, nakað ið er strangliga bannað, og fyri at flýggja undan revsingini, rýma tey til Føroya.