Seinasti dagurin á G! er byrjaður fyri nøkrum tímum síðani, tá barnatiltøk av ymsum slagi vóru. Veðrið er av tí fagrasta, sólin skínur bæði oman og niðan. Klokkan tvey fer fyrsti bólkurin á pall, tá Moby the Pink Pilot fer at spæla á lítla palli.
Fleiri forkunnug nøvn eru á skránni í dag. Millum annað Teitur, Høgni og Johnny Reimar.
Ársins G!-festivalur endar við eldsýning á sandinum, Tinganest á spæliplássinum og Mr. Flash í grundini.