Sølan av FaroeJet gongur strálandi

Allar sjey ferðaskrivstovur, sum selja FaroeJet lata sera væl at søluni.
 Vit hava sitið aftan á arbeiðstíð og roynt at tikið okkum av øllum bíleggingum, sigur Steinvør Fonn á Fonn Flog

Nú hevur verið gjørligt at keypa ferðaseðlar hjá FaroeJet í tríggjar dagar og higartil gongur tað sera væl. Tær sjey ferðaskrivstovurnar, Alpha Travel, Green Gate Incoming, Faroe Travel, Flogfelag Føroya, Fonn Flog og VikuTur, sum í løtuni selja FaroeJet, eru á einum málið um at sølan hevur fingið eina góða byrjan.
 Tað plagar at ringja nógv hesa tíðina á árinum, men nú ringir tað eyka nógv, sigur Dánial Poulsen á Faroe Travel.
Tað eru ikki bara tilboðsferðirnar, sum verða seldar uttan fólk bíleggja eisini ferðir til alt summarið.
 Summi biðja útilukkandi um FaroeJet, tá tey bíleggja sína ferð, siga tey á Flogfelag Føroya.
Men eitt sindur av barnasjúkum hava eisini verið. Nakrar av ferðaskrivstovunum siga, at fyrsta dagin var ógjørligt at koma inn á heimasíðuna at bíleggja. Og mikudagin, tá Sosialurin var í sambandi við ferðaskrivstovurnar, klagaðu nakrar av teimum um at trupulleikar enn vóru við at bíleggja ferðir.
 Tað er eitt sindur av roksi við heimasíðuni, og tá mugu vit skriva upp fyri hond, siga tey á Fonn Flog í Klaksvík.
Tey sum bíleggja eina flogferð við FaroeJet fáa ikki ein vanligan ferðaseðil, uttan eitt nummar sum verður víst, tá ein chekkar inn á flogvøllinum.