Sølan hjá Microsoft minkar

Fíggjarkreppan ger, at fyri fyrstu ferð nakrantíð hevur Microsoft staðfest minkandi sølu Altjóða fíggjarkreppan rakar altsamt fleiri av teimum stóru fyritøkunum, og nú hevur Microsoft boðað frá, at heldur ikki hon sleppur snikkaleys ígjøgnum kreppuna. Felagið sigur, at sølan er minkað, og tað er ikki hent fyrr í felagsins 23 ára longu søgu, skrivar AP.

Microsoft hevur tó onga neyð. Avlopið tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í ár var 17 milliardir krónur, men tað var kortini 32 prosent minni enn í sama tíðarskeiði í fjør. Umsetningurin minkaði seks prosent og var 78 milliardir krónur.

Tað er ikki líkt til, at tølini ræða íleggjararnar, tí virðið á partabrøvum í Microsoft hækkaði fýra prosent í gjár, sigur AP.