Tey seinnu nógvu árini hevur Barnaverndartænastan brúkt munandi upphæddir til sálarfrøðiliga viðgerð, og vanlig siðvenja hevur verið, at henda tænasta verður keypt frá privatum sálarfrøðingum.? ?Tær fyribyrgjandi fyriskipaninar, ið Barnaverndartænastan oftast setur í verk, eru sálarfrøðislig viðgerð og familjuviðgerð. Í nógvum førum hevur Barnaverndartænastan tørv á sálarfrøðisligari hjálp bæði til børn og familjur teirra.? ? ?Eitt framstig fyri økið??Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, forkvinna í Sosialu Nevnd, upplýsir fyri heimasíðuni,at eitt samt býráð hevur nú tikið avgerð um, at seta ein sálarfrøðing í fast starv í sjálvum økinum til at taka sær av pørtum av hesum tænastum.? ?- Barnaverndartænastan metir, at tað er tørvur á einum sálarfrøðingi á Sosialu Deild. Okkara royndir vísa, at vit á henda hátt fáa gagngnýtt sálarfrøðingin betri, til frama fyri familjurnar og dygdina í arbeiðinum, upplýsir forkvinnan í Sosialu Nevnd. ? ?- Fíggjarliga er stórt sæð talan um eina útreiðsluneutrala loysn, tí starvið verður fíggjað av tí játtan, sum í dag er sett av og verður brúkt til keyp av uttanhýsis tænastum til Barnaverndartænastuna.? ?- Eg fegnist saman við øllum býráðnum um hetta stóra framstig á sosiala økinum, ið hevur so stóran týdning fyri trivnaðin her í kommununi, sigur forkvinnan í Sosialu Nevnd.? ?Starvið sum sálarfrøðingur á Barnaverndartænastuni á Sosialu Deild verður lýst leyst í januar mánað 2011.