– Eg ringdi heim onkrar dagar og skar í sjóðheitan grát. Tað var ikki tað likamliga trýstið, men sálarliga vart tú trýstur út av eggini, sigur Petur Gotfredsson, einasti føroyingur, sum hevur gjøgnumført harðastu útbúgvingina í Danmark og ein av mest virdu hernaðarútbúgvingunum í verðini.
Vikuskiftis Sosialurin hevur hitt 26 ára gamla servanda hermannin, sum hevur vant til at føra kríggj um allan heim. Hann er vandur til at spreingja brýr, byrgingar og annað í luftina, at loypa úr flogførum niður í øki hjá fíggindum, at verða tikin til gísla av yvirgangsbólkum og nógv annað, ið flestu føroyingar ongantíð hava roynt. Petur Gotfredsson er partur av danska »Frømanskorpset«.
Trýst á pílin á myndini og hoyr Barbaru Holm, redaktør á Vikuskiftis Sosialinum, greiða frá innihaldinum.
Sosialurin fæst í leysasølu kring landið – og í talgildum formi VIÐ AT TRÝSTA HER – sos.fo