Sálarsjúk verða stúvað saman

Støðan á psykiatriska deplinum er ikki nøktandi. Tað sigur Jógvan H. Andreasen, løgtingsins umboðsmaður. Hann vísir á, at alt ov stórur partur av teimum, sum eru innløgd, kundu verið útskrivað, um nøkur tilboð vóru til teirra

Millum 40 og 50 av umleið 70 seingjarplássum á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum verða nýtt til bústað hjá sjúklingum, sum ikki hava tørv á at vera innlagdir.
Tað staðfestir løgtingsins umboðsmaður Jógvan H. Andreasen, sum tann 24. oktober 2002 var á einari eftirlitsvitjan á Psykiatriska deplinum, í síni ársfrágreiðing.
Orsøkin til, at hesi fólkini búgva á Psykiatriska deplinum sigur leiðslan vera, at eingi onnur bústaðartilboð eru til hesi fólkini. Umboðsmaðurin heldur tað ikki vera nøktandi, at fólk eru innløgd á einum sálarsjúkrahúsi, um teimum ikki tørvar hetta av sjúkuávum.
? Hendan støðan er eftir mínari fatan ikki nøktandi, tí hetta trongir um umstøðurnar á teimum viðgerðarkrevjandi sjúklingunum á deplinum. Um aðrir bústaðarmøguleikar vóru til hesi fólkini, hevði tað verið munandi meira rúmsátt hjá hinum 20-30 sjúklingunum, sigur Jógvan H. Andreasen.
Avleiðingin av plásstrotinum er, at sálarsjúklingar vera stúvaðir saman.
? Eg haldi ikki, at tað er ein nøktandi loysn, at sálarsjúklingar verða stúvaðir saman á hendan hátt, og als ikki tá talan er um 3- og 4-songsstovur, staðfestir umboðsmaðurin.
Umboðsmaðurin hevur biðið Trivnaðarmálaráðið sagt sær, hvørjar ítøkiligar ætlanir eru um at flyta fólkini til egnaðar bústaðir.