Sálarsjúka rullar um landið

Í september fer ein bussur at koyra til ávísar skúlar í landinum og kunna um sálarsjúkur. Næmingarnir fáa innlit í, hvat tað vil siga at vera sálarliga sjúkur og kunnleika til, hvat tað merkir fyri eitt barn at hava sálarliga sjúk foreldur

Nógv børn og vaksin hava ilt við at tosa um sálarsjúkur. Vitanin er avmarkað og fordómarnir nógvir. Tað fer ein heldur øðrvísi bussleið at bøta um í døgunum frá 1. til 17. september.
Kunningarbussurin er ein 20 metrar langur treylari, sum »PsykiatriFonden« í Danmark eigur. Bussurin hevur við góðari unditøku vitjað ymsastaðni í Danmark og er ein týdningarmikil liður í arbeiðnum hjá »PsykiatriFondens Børneprojekt«. Endamálið við verkætlanini er stutt og greitt at økja um vitanina um sálarligar trupulleikar og sjúkur og at bróta niður ótta og ótryggleika, sum framvegis eru knýtt at evninum.
Hesum hugskoti hevur felagið Føroyskir psykiatriskir sjúkrarøktarfrøðingar, FPS, tikið til sín og hevur tikið stig til, at bussurin rullar kring Føroyar í næstum.
? Í fyrstu syftu fer bussurin til miðnámsskúlarnar í landinum, og úrvaldar skúlar við framhaldsdeild, tí tíðin er so avmarkað. Valt er út á tann hátt, at bussurin kemur kring alt landið, men eydnast tiltakið væl, so er hugsandi, at tað verður endurtikið seinni. Vit vóna eisini, at vit læra nakað av tiltakinum, so vit kunnu taka ymisk hugskot til okkara at brúka, sigur Oddbjørg Johansen, forkvinna í FPS.
Talan er um rullandi undirvísingarhøli, bóksavn og eina framsýning, sum er vend ímóti bæði lærarum og næmingum í fólkaskúlum og miðnámsskúlum. Pláss er fyri 30 næmingum í senn og møguleiki er fyri, at næmingarnir vitja bussin í flokkum. Við bussinum eru trý starvsfólk, sum bæði hava royndir við psykiatri og undirvísing. Tey standa fyri at vegleiða og undirvísa. Video og teldur eru grundarlagið undir undirvísingini saman við faldarum, bókum og øðrum tilfari.
Næmingarnir fáa innlit í, hvat tað vil siga at vera sálarliga sjúkur og kunnleika til, hvat tað merkir fyri eitt barn at hava sálarliga sjúk foreldur.
Undirvísingin er skipað á tann hátt, at fakligt tilfar verður sent flokkunum frammanundan, og tað verður gingið ígjøgnum saman við læraranum. Næsta stigið er sjálv undirvísingin, sum fer fram í bussinum og triðja stig er, at flokkarnir saman við lærarunum taka samanum.
Bussurin er eisini eitt opið tilboð til tann einkulta næmingin, læraran ella foreldrið um eina samrøðu í sambandi við persónligar ella prinsipiellar sálarligar trupulleikar.