Sólglottar og okkurt æl í dag

Eitt lágtrýst vestan fyri Føroyar fer í ein landnyrðing og tilhoyrandi brúgvaløg fóru í nátt fram við Føroyum. Nú streymar óstøðug luft við ælaveðri inn yvir Føroyar av útsynningi. Í annaðkvøld og fríggjanáttina fer eitt nýtt lágtrýst væntandi fram við beint sunnan fyri Føroyar, áðrenn eitt sindur kaldari luft við ælaveðri rakar landið av norðri. Sunnudagin fer eitt nýtt lágtrýst sunnan fyri Ísland at ferðast í ein landsynning og suður gjøgnum Skotland.

 

Í dag

Sólglottar, men okkurt æl og andøvsgul upp í ein strúk, 7 til 12 m/s, av útsynningi og vestri. Hitin millum 8 og 12 stig. Í nátt lot til andøvsgul av útsynningi, 3 til 7 m/s.

 

Í morgin

Lot til andøvsgul av suðri, og útsynningi, 2 til 7 m/s, sum spakuliga hækkar í ein eystan og síðani øtlar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og út á dagin regn. Hitin millum 8 og 12 stig. Um náttina hækkar hann í ein landnyrðing og øtlar í andøvsgul upp í ein strúk, 7 til 12 m/s. Framvegis skýggjað og stundum regn ella ælaveður.

 

Fríggjadagin

Andøvsgul upp í ein strúk av landnyrðingi, 7 til 12 m/s, um náttina gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s, sum hækkar í ein norðan. Yvirhøvur skýggjað og regn ella ælaveður, um náttina yvirhøvur turt og tað klárar í. Hitin millum 8 og 12 stig.

 

Leygardagin

Gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s, út á kvøldið makar hann niður í lot til gul av norðri og eystri, undir 5 m/s. Sólglottar og yvirhøvur turt, um náttina skýggjað og okkurt æl. Hitin millum 7 og 11 stig.

 

Sunnudagin

Lot til andøvsgul av eystri og landnyrðingi, 2 til 7 m/s, um náttina hækkar í ein landnyrðing og norðan og øtlar í gul til stívt andøvsgul, 4 til 9 m/s. Yvirhøvur skýggjað og sólglottar og okkurt æl. Hitin millum 6 og 10 stig.

 

Mánadagin

Gul til andøvsgul av norðri, 4 til 7 m/s, sum síðani lækkar í ein útnyrðing og makar niður í fleyr til gul, undir 5 m/s. Yvirhøvur skýggjað og okkurt æl og hitin millum 7 og 11 stig.