Sílið eisini best við kvinnum

Sílið vann tepran sigur, tá ið kvinnurnar í 5-mannaførum kappaðust fyri fyrstu ferð í ár. Serliga á seinastu tvey hundrað metrunum gekk tað væl hjá kvinnunum í Havnar Róðrarfelag.

Á fyrsta teininum var talan um tætta kapping við Frúnna, Teistan og Fíðuna Føgru. Sílið var ikki fremst allan vegin, men so glapp, og á málinum var Sílið eina lítla hálva bátslongd frammanfyri næstu bátarnar.

Teistin var nummar tvey, og Fípan Fagra var á triðja plássi. Munurin millum Teistan og Fípuna var ein bátslongd.

Tað tók sína tíð at avgreiða kappingina millum kvinnurnar. Orsøkin var, at tá ið startskotið fyrstu ferð gelti, hekk Ritan eftir. Mistak í sambandi við at krøkja í fasta startin var orsøkin.

Reglurnar siga, at í tílíkum førum skal róðurin skjótast av, og báturin, sum ikki megnaði at sleppa leysur, skal hava gula kortið.

 

Norðoyastevna 2007 - 5 mannafør kvinnur

1 Sílið 06:05.16

2 Teistin 06:06.24

3 Fípan Fagra 06:09.24

4 Frúgvin 06:12.07

5 Ørnin 06:14.17

6 Ritan 06:22.10 1G

7 Jallurin 06:26.00

8 Erla Kongsdóttir 07:00.17

9 Blikur 07:10.06

 

Støðan í FM - 5 mannafor kvinnur

1 Sílið 7

2 Teistin 5

3 Fípan Fagra 4

4 Frúgvin 3

5 Ørnin 2

6 Ritan 1 1G

7 Jallurin 0

8 Blikur 0

9 Erla Kongsdóttir 0

 

Fyribils startrøðin á komandi stevnu

1 Erla Kongsdóttir

2 Ritan

3 Frúgvin

4 Teistin

5 Sílið

6 Fípan Fagra

7 Ørnin

8 Jallurin

9 Blikur

G.G.: Tíðirnar eru í 1/25-pørtum.