Sílið svam frá avbjóðarunum

Tað var einki at rafla um. Sum tað hevur gingið í fimm teimum fyrstu kappingunum, so gekk tað eisini, tá ið kvinnurnar umborð á 5-mannaførunum kappaðust.

Í startspurtinum vóru tað fleiri, sum høvdu hug at bjóða av, og starturin var ikki góður hjá Sílinum, sum hevði trupulleikar saman við Frúnni úr Miðvági.

Men tá ið hálvt málið var rógvið, hevði Sílið lagt seg á odda, og síðani hugdu kvinnurnar hjá Havnar Róðrarfelag ongantíð aftur um seg. Á málinum var munurin aftur til kappingarneytarnar ein stór hálv bátslongd, eftir at hann eina løtu hevði verið størri enn so.

Harvið hevur Sílið vunnið allar seks róðrarnar. Sílið hevur 42 stig, og tí kann tað næstan við vissu staðfestast, at kvinnurnar hjá Sílinum hava vunnið FM.

Frúgvin úr Miðvági hevði einki serligan start, men í endaspurtinum gjørdu tær úr Miðvági ein orduligan vørr. Frúgvin tók Erlu Kongsdóttir, sum eina løtu var á odda, og Katlu, og á málinum var fjarstøðan fram til Sílið ein lítil hálv bátslongd.

 

1 Sílið 05:01.01

2 Frúgvin 05:03.07

3 Erla Kongsdóttir 05:04.04

4 Katla 05:04.18

5 Báran 05:06.03

6 Ritan 05:10.10

7 Teistin 05:17.08

8 Blikur 05:17.12

 

1 Sílið 42

2 Frúgvin 36

3 Erla Kongsdóttir 26

4 Katla 24

5 Báran 18

6 Ritan 15

7 Teistin 6

8 Blikur 1

9 Havfrúgvin 1

10 Falkur 0

11 Fípan Fagra 0