Eitt lágtrýst í ein útsynning úr Íslandi fer í ein eystan. Eitt nýtt lágtrýst fer fríggjadagin framvið beint sunnan fyri Føroyar. Seint leygardagin fer eitt lágtrýst, á veg í ein landnyrðing, væntandi yvir Føroyum og seinni kemur aftur eitt djúpt lágtrýst inn yvir ella tætt framvið oyggjunum.
Veðrið í dag
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s, sum út á seinnapartin makar í gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 6 til 10 m/s. Fyrst skýggjað og ælaveður, men seinnapartin fer at klára í og sólin sær. Hitin um 10 stig. Í kvøld øtlar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av suðri, 8 til 13 m/s, sum í nátt snarar í ein útsynning og makar í lot til andøvsgul, 2 til 7 m/s. Samdrigið og regn, seinni ælaveður. Hitin millum 4 og 8 stig.
Í morgin
Lot til andøvsgul av vestri, 2 til 7 m/s. Samdrigið og okkurt æl og hitin um 10 stig. Um náttina lot til gul av ymsum ættum, undir 5 m/s. Regn í støðum og hitin millum 3 og 8 stig.
Fríggjadagin
Lot til gul av ymsum ættum, undir 5 m/s, sum frá líður lot til andøvsgul av vestri, 2 til 8 m/s. Yvirhøvur skýggjað og serliga fyrrapartin regn í støðum. Hitin millum 8 og 10 stig. Um náttina gul til stívt andøvsgul av vestri og útsynningi, 5 til 10 m/s. Samdrigið og ælaveður og hitin millum 5 og 10 stig.
Leygardagin
Gul til stívt andøvsgul av vestri og útsynningi, 5 til 10 m/s, sum snarar í ein sunnan og landsynning. Sólglottar, men eisini okkurt æl. Um kvøldið og náttina øtlar hann vindin í strúk í vindi upp í skrið av eystri og landsynningi, seinni av útsynningi, 13 til 18 m/s. Skýggjað og eitt skifti nógv regn. Hitin um 10 stig.
Sunnudagin
Strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi, 13 til 18 m/s, sum snarar í ein sunnan og makar í eitt andøvsgul av ymsum ættum, undir 8 m/s. Út á náttina gul til stívt andøvsgul av norðri og útnyrðingi, 5 til 10 m/s. Samdrigið og ælaveður. Hitin um dagin um 10 stig. Um náttina turt og yvirhøvur klárt og hitin millum 4 og 9 stig.
Mánadagin
Gul til stívt andøvsgul av vestri, 5 til 10 m/s, sum makar í lot til gul av ymsum ættum, undir 5 m/s. Um náttina øtlar hann vindin í strúk í vindi av eystri, 8 til 13 m/s. Turt og sólglottar og hitin um dagin um 10 stig. Um náttina skýggjað og hitin millum 4 og 10 stig.