Gentur 14 hjá Søljuni hava vunnið Hillerød Påskecup 2019, skrivar Hondbóltssambandið á heimasíðuni. Skírishósdag fóru fimm lið hjá SÍF/Søljuni til Danmarkar at taka lut í hondbóltskappingini, Hillerød Påskecup 2019.
Umboðandi liðini í kappingini vóru Dreingir 12, Gentur 12, Dreingir 14, Gentur 14 og Dreingir 16. Samanlagt taldið ferðaliðið 60 fólk úr øllum bygdunum í Vágum.
Tað gekst væl hjá liðunum, serliga hjá Gentum 14, sum vunnu gull og hjá Gentum 12, sum vunnu silvur. Vár Edvardsdóttir hjá Gentum 12 varð vald besti spælari í finaluni, og somuleiðis Jóhanna Jacobsen, málverji hjá Gentum 14.