Sóltak og aircondition kunnu væl saman

Í fleiri ár høvdu bilaframleiðarar ta fatan, at bilar við aircondition høvdu ikki brúk fyri sóltaki. Hetta vísti seg tó ikki at vera so. Teir eru komnir eftir, at aircondition skipanin virkar nógv betur saman við sóltakinum

SÓLTAK / AIRCONDITION

Tað hevur nú í mong ár verið soleiðis at nýggir bilar við aircondition ikki hava sóltak. Fleiri bileigarar, ið hava fingið sóltak sett í hesar bilar seinni, hava funnið út av at aircondition skipanin virkar betur saman við sóltakinum. Tað at hava bæði sóltak og aircondition í bilinum er ein góð loysn, er staðfest av royndum, ið eru gjørdar á kanningarstovum. Hetta hevur havt við sær, at ein hópur av bilum við aircondition fáa sóltak ísett aftaná. Í framtíðini koma vit at síggja alt fleiri nýggjar bilar við sóltaki og aircondition, heilt frá vanligum standardbilum til teir stóru luksusbilarnar.

Kelda: Motor Magasinet