Um tú kundi hugsað tær at havt eina sølubúð á G! Festival 2010, so er tíð at seta teg í samband við fyrireikararnar.
- Vit ynskja at hýsa tiltøkum og seljandi, sum gera festivalin betri, stuttligari og hugnaligari, sigur Jón Tyril, fyriskipari av G! Festival.
Áhugaði kunnu ringja á 288088 ella meyla á [email protected] og hoyra, hvørjar treytirnar eru. Freistin at melda seg til er 27. mei.