Í 2006 seldu General Motors Europe fyri fyrstu ferð nakrantíð meira enn tvær milliónir persón- og vørubilar i Evropa. Sølumetið er upp á 2.002.704 bilar. Hetta er ein vøkstur upp á 18.743 bilar og umleið eitt prosent meira enn í 2005.
Marknaðarparturin hjá GM í øllum Evropa var tilsamans 9.2 prosent.
Á tí skjótt vaksandi russiska marknaðinum vaks parturin hjá GM við 73 prosentum.