Sølustevna á Tvøroyri

Aftur í ár verður skipað fyri sølustevnu á Tvøroyri á Páskum

Ítróttarhøllin á Tvøroyri verður aftur á páskum í ár karmurin um eina stóra sølustevnu.

Seinast, sølustevna var á Tvøroyri á páskum, var fyri tveimum árum síðani, og tann stevnan var so mikið væl egnað, at fyrireikararnir hava dirvi til at royna tað einaferð enn.

Tó vóru onkur mistøk seinast, men hesumferð hava teir so tann fyrimun, at teir hava lært av teimum mistøkum, teir gjørdu seinast og fáa tískil rætta tey.

Stevnan í ár verður í døgunum 13. 16. apríl og eins og í fjør, ætla fyrireikararnir at gera tað, teir kunnu, fyri at bæði framsýnarar og gestir koma at føla seg væl.

Fyri at fáa stevnuna so áhugaverda sum gjørligt, er ætlanin at framsýningin skal vera so fjølbroytt sum gjørligt, sigur ein av fyrireikarunum, Jóan Petur Olgarsson.

Hann sigur, at seinast var tað ein fragd, hvussu nógv framsýnararnir gjørdu burturúr at pynta básarnar. Og aftur í ár verður kapping ímillum framsýnararnar um tann vakrasta básin.

Á stevnuni verður eisini skipað fyri undirhaldi fyri gestirnar, umframt at skipað verður fyri tiltøkum fyri tey, sum sýna fram.

Men enn er tað ikki lagt í fastar karmar, hvørji tiltøk, talan verður um.

Eins og seinast, kunnu framsýnarar leiga básar fyri fast gjald fyri fermeturin. Men bilasølur, sum hava brúk fyri serliga stórum básum, fáa avsláttur. Básarnir eru í trimum støddum, 8-12 og 14 fermetrar, men teir fáast eisini eftir avtalu.

Upprunaliga vórðu 35 básar til taks og farið verður fram eftir aðalregluni um, at tann sum verður fyrstur, sleppur eisini fyrstur at velja sær bás.

Leivur Nygaard, sum er við til at legja til rættis, sigur at stórur áhugi er fyri at sleppa við á framsýningina og meiri enn helvtin av básunum eru longu seldir.