Í kvøld verður fyrsti dysturin í 18. umfari í Betri deildini hjá monnum. Tað er dysturin á Summar Festivalinum millum KÍ og Víking. Stóri spurningurin hjá Víkingi hevur verið, um Sølvi Vatnhamar verður tøkur.
Hann sat yvir rundanum summarsteðgin, tí hann breyt eitt bein í arminum. Hann skorarði bæði málini í 3-2 ósigrinum sunnudagin móti NSÍ, men fór av vøllinum eftir eina ófantaliga takling.
##med2##
Sámal Erik Hentze sigur í upptaktini í VikuskiftisSosialin, at tað er ongin ivi um at Sølvi Vatnhamar spælir hesaferð. Víkingur hevur brúk fyri øllum kreftum, eftir at hava tapt tveir dystir upp í salg. Fyrst á ólavsøku móti B36, og síðani móti NSÍ.
- Vit eru trýstir, um vit ætla at vera við í FM-stírðnum. Serliga tá vit hava tapt tveir dystir móti teimum, sum berjast um FM, sigur Sámal Erik Hentze, venjari hjá Víkingi. Men trýstið er ikki størri enn eitt vist, leggur hann afturat:
- Viðvíkjandi málsetningum hjá felagnum um at koma í Evropa, so er tað ongin vanlukka um vit ikki vinna. Vit vilja bara gjarna vera við í oddastíðnum. Vit taptu eisini tveir dystir fyrr í ár, men taptu ikki komandi 15 upp í slag. Um tað er tilfeldið, so er tað til at liva við, sigur Sámal Erik Hentze við einum brosi.
Betri deildin 18.umfar:
Í dag:
KÍ-Víkingur (18.15) Beinleiðis á FM1
Sunnudagin:
AB-ÍF (15.00) Beinleiðis á FM1
TB-Skála (15.00)
B36-EB/Streymur (15.00)
NSÍ-HB (19.00) Beinleiðis á FM1