Úr havsbrúnni
rísa penslastrok
um oyggjar og fjøll -
í morgun - og kvøldroða -
í sólarljósi,
í brimi og doðaveðri
um Vágalandið
og Mykines.
Litir renna
í havbláum sjónum
av oljurivnum,
marinbláum litkornum,
ið liva í runi
um svartar tangabroddar -
í hulisligum út- og innsúði -
í stórum gjáum,
við gráan klett
og um flúr og sker
í litríkari heimaverð.
Í skýlofti høgum
er ljóst, blágrønt endurskin -
har ein skapandi mannahond
hevur fest seg í ein ælaboga,
ið berjist við
hav og himmal
í sjógrønum skúmvatni,
sum dettur av
gjarvaksnari fjørurond
í landbrimi -
um tæraskógv
við sjóvarklett.
Í smædnum inniljósi
liggja deyð fólk í kistum
og hyggja inn í
eina tómoygda verð
í myrkum strokum.
Úr lítlum gluggakarmi,
kínir endurskin
livandi, døkklittar kroppar
úr berligum brósti-
í dimmgrønum
svørtum, fálittum
endurskinið
um eygnahvarm
og deyðmøddar,
slitnar, samanlagdar mannahendur.
Her eru eygu Mikinesar -
hansara sál og ond
í penslastrokum
um fólk og havsins rendur -
í dimmbláari havvond,
ið speglast aftur
undir eygnahvarmum
í manslýsingum
av kvinnum og monnum
.
Grønar og gular torvur
liggja og hálsfevnast
í brøttum líðum og skorðum
og teska vág
til kriahvít havskýggj
í einari endurføðing
undan hansara penslabørnum,
sum rista út farvukorn á
avsettan teig.
Turra, litfagra oljugrasið
verður borið inn í mannagluggar,
barnaeygu og víðu verøld -
rakað saman av penslarívum Mikinesar
til ævigar tíðir.
Frits