Sámal Johannesen 60 ár

Í dag, 1. mars, fyllir Sámal Johannesen í Klaksvík, vanliga róptur Sámal í Kunoy, 60 ár.

Sum ungur fór Sámal í snikkaralæru í Klakssvík, og starvaðist hann í nøkur ár í byggivinnuni. Seinni fór hann í starv hjá Dávi Jacobsen, har hann var arbeiðsformaður í sambandi við havnabygging.
Men hugurin hjá Sámali at læra víðari vildi ikki geva seg. Leiðin gekk tí niður til Haslev at lesa, og í 1985 kom hann heimaftur sum útbúgvin verkfrøðingur.
Í dag rekur hann egið virki sum ráðgevandi verkfrøðingur.
Sámal er ein álitismaður. Eitt av hansara eyðkennum er trúfesti, bæði úti, heima og í samkomuni. Hann er nærlagdur og vælgjørdur, og tað sæst aftur í vakra og hugnaliga heimi teirra í Geilini.
Hann er serstakliga góður familjumaður og góður við síni kæru.
Sámal smæðist ikki at siga sína meiningar, sjálvt um tær ganga ímóti tí, sum tíðarrákið ber við sær.
Við góðu songrødd síni, hevur hann í mong ár, saman við Kvartettini í Betesda, verið til gleði og signing, við sangi og vitnisburði.
Sámali verður ynskt hjartaliga tillukku, Harrans signing og nógv góð ár framyvir.
Tey, sum ynskja at heilsa upp á føðingardagsbarnið, kunnu støkka inn á gólvið í Geilini 22, frá klokkan 18 í dag.

Sámal er giftur Elsu f. Sivertsen í Klaksvík. Tey eiga børnini, Sylvia, Karl, Sigvard, Dánjal og Sólrun. Hann eigur tvær abbadøtur, Elsa og Ester.
Hann er sonur Jóhonnu Katrinu f. Husgaard úr Kunoy og Karl Johannesen á Brúgv í Vestmanna.
Í 1939 gjørdist Jóhanna Katrina einkja eftir fyrra mann sín, Niels Petur Danielsen úr Kunoy.
Tá í tíðini bar illa til hjá eini einkju at lívbjarga sær í Kunoy, og Jóhanna Katrina flutti til Havnar, til pápa sín at búgva.
Í Havn hitti hon seinna mann sín, Karl, og fyrstu 4 árini búðu tey í Vestmanna, men fluttu síðani til Kunoyar.
Jóhanna Katrina átti í fyrru giftu Bernhard, Daniel Berlin og Sørin, og í seinnu giftu, Sámal, Laurinu og Frígerð.

rs