Í 1958 stovnaði Sámal Tog- og Snørisvirkið á einum neystalofti í Víkunum í Klaksvík. Føroysk skip keyptu alla línu og alt snøri frá umboðsmonnum í Føroyum fyri 8-10 fyritøkur í Noreg, Danmark, Týsklandi og Portugal. Sámal legði dent á góðskuna fyri at kappast við útlendingarnar, og okkurt árið átti virkið heili 90% av marknaðinum.
Hugskotið at gera eitt slíkt virki fekk Sámal longu í 1946, tá hann var og ferðaðist í Noregi og var inni á einum snørisvirki. Tað vísti seg at vera ógjørligt at fáa maskinur til endamálið, tí tær vórðu ikki hópframleiddar, og teir, sum plagdu at gera slíkar maskinur, vóru givnir.
Miðskeiðis í fimmtiárunum var hann inni á einum snørisvirki í Reykjavík, og har fekk hann mangt og mikið at vita um raksturin av slíkum virki. Trý tey komandi árini var hann á hesum virkinum í Reykjavík og lærdi seg at gera snøri. Har fekk hann eisini tilboð um at keypa eina nýggja maskinu til framleiðslu.
Bankarnir vóru teir einastu at læna frá til slík virki, tí ongin Ídnaðargrunnur ella Menningargrunnur var, sum kundi veita lagalig lán. Landsstýrismaðurin Óla Jákup Jensen fekk tó í lag, at Sámal fekk 30.000 kr. við lagaligum treytum at byrja við. Sámal hevði eisini spart sær nakað av pengum saman. Hann koyrdi hýruvogn í nøkur ár, var so til skips við trolarum og við norskum og íslendskum skipum. Eitt ískoyti fekst eisini frá konuni, sum tók eygu upp (maskaði) nylonsokkar, sum hol var komið á. Teir fyrstu nylonsokkarnir vóru dýrir at keypa, men teir hildu óføra væl, og vanligt var, at gentur og konur lótu sokkarnar verða bøttar, tá hol kom á, heldur enn sum nú at keypa nýggjar.
So byrjaði framleiðslan á neystaloftinum hjá verfaðirinum, Malvinusi í Vátutoft. Fyrst varð hampur nýttur, men skjótt kom sissal, sum monnum dámdi betur. Tvær brúktar maskinur vórðu keyptar úr Noregi til sissal. Framleiðsla og søla gingu væl, og virkið hevði yvirskot. Tað spældi eisini inn, at tey mongu nýggju línuskipini, sum komu um hetta mundið, øktu nógv um eftirspurningin.
Í 1961 flutti Tog- og Snørisvirkið í nýbygd høli úti í Klaksvík, heiman fyri Norðborg, og tað húsið er síðani útbygt fleiri ferðir. Tá vórðu nýggjar maskinur keyptar úr Danmark og Italia. Miðskeiðis í sekstiárunum komu terylene og polypropylene á marknaðin, og nú skuldu lína og snøri gerast burtur úr hesum.
Í 1970 fingu útróðrarbátar loyvi at trola eftir flatfiski, og virkið fór tí undir at gera trol. Eisini seldi tað hesum bátunum trolspøl. Virkið gjørdi trol í sjey ár. Bygt varð aftur upp í virkið, meðan teir gjørdu trol, so at gólvvíddin gjørdist 1200 fermetrar.
Árið eftir fór virkið at gera taifun. Tað er veirur, ið varð nýttur at hava rundan um trol. Eina tíð gjørdu teir eisini nótir til nótaskipini. Eisini gjørdu teir laksa- og hemaralínur.
Virkið byrjaði við tveimum monnum. Tá mest arbeiði hevur verið, hava 30 fólk starvast har. Mest fólk var, meðan teir gjørdu trol, tí bara á troldeildini arbeiddu 20 mans.
Í 1985 keyptu Benni Joensen og Jógvan Isaksen Tog- og Snørisvirkið frá Sámali Thorsteinsson. Teir seldu tað aftur í 2001 til Rúna Berg, sum eisini eigur Teymavirkið í Runavík.
Sámal Thorsteinsson var virkin maður og hevði serliga áhuga fyri ídnaði. Hann var tí eisini virkin í Ídnaðarfelagnum, og hann var ein av stigtakarunum at fara undir galvaniseringsvirkið Rógv úti á Skarðhamri.
Hansara seinasta stóra tiltak var á sjónum. Í 1978 smíðaði Jógvan hjá Axeli 50 tonsaran Jøkul til hansara norðuri á Grótrætt. Hann hevði egningarmaskinu, men tá var tað ongin, sum rættiliga dugdi at brúka slíkt tól, og tað varð tí tikið úr aftur. Ísak Matras førdi bátin. Nú eigur Hjørleiv hjá Pól Juel í Grótinum Jøkul.
Í 1946 giftist Sámal við Kristinu, kallað Killan. Hon er dóttir Ellu og Malvinus Hansen. Malvinus var ættaður úr Vátutoft í Uppsølum. Ella og hann bygdu úti í Lávíkum, og Malvinus hevði staðarnavnið við sær og varð alla sína tíð kallaður Malvinus í Vátutoft.
Killan og Sámal bygdu fyrst á Kósini, síðani úti í Víkunum og at enda í Jørundsgøtu, har tey hava búð tey seinastu nógvu árini. Tey fingu tvær døtur, Mallu og Elinborg.