Hinvegin eru bert nakrir mánaðir síðani, at fleri politikarir í ramasta álvara funnust at, at nøkur alment lønt starvsólk vóru á fakligari ráðstevnu.
Nú sjálvstýrisformaðurin mælir til nøgdsemiskanning millum brúkararnar, síggi eg meg noydda at viðmerkja margháttligu støðuna.
Eru skeiðluttøka og sjúk børn at ilskast um?
Rætturin at vera heima hjá sjúkum barni, er ein rættur mong loksins hava fingið. Øll við børnum eru lætnað um hjartað, tí møguleikin er til staðar. Tí hvat er at gera, tá barnið er sjúkt? Og hvat er betri enn at hava mammu ella pápa hjá sær, hjá sjúka barninum? Tíverri eiga øll enn ikki hendan rættin – mong tímalønt eru, sum ikki hava fingið hendan møguleikan.
Skeiðmøguleikar eru altavgerandi, um ein skal viðlíkahalda og menna sínar fakligu førleikar. Tað kann ongantíð verða til annað enn til fyrimuns hjá brúkaranum.
Sjúkufrávera
Stór sjúkufrávera kann nýtast sum ‘barometur’ fyri trivnaðinum hjá starvsfólki og ber mangan boð um, at arbeiðsumhvørvið á einum arbeiðsplássi ikki er nóg gott. Kanningar vísa, at tá fólk trívast:
Støðast tey betri
Eru tey arbeiðssamari
Hava tey færri sjúkradagar
Er hægri góðska og færri villur í avrikinum
Hvat rænir arbeiðsgleði?
Tað sum rænir arbeiðsgleði er millum annað ótryggleiki í starvinum og vantandi virðing. So um politikarar halda, alment lønt hava ov stóra fráveru kann spurningurin vera, um júst politikarirnir ikki ræna arbeiðsgleðina hjá teim alment løntu. Hvussu? Júst við at tosa ósømiligt og óvirðiligt um tey og teirra avrik, heldur enn at tryggja teimum arbeiðsumstøður sum skapa trivna og arbeiðsgleði. Tað er ikki bert í orðum men eisini í verki, at vit skulu virða og vísa virðing. Fleiri raðfestingar á seinastu fíggjarlóg bóru júst boð um vantandi virðing ikki minst fyri teim alment løntu. Her hugsi eg um sparingarnar á Setrinum, almannastovuni, mentamálaráðnum, fólkaskúlanum, umboðsmanninum og dagtilhaldunum.
Um vit ynskja, at alment løntu starvsfólkini skulu trívast er neyðugt við:
Nøgdsemiskanningum ikki bert millum brúkarar, men sanniliga eisini millum starvsfólk
Ein greiðan og vælvirkandi starvsfólkapolitikk
At ikki minst politikarar umtala alment lønt og arbeiðið teirra við virðing.
So, lat okkum vísa í orðum og verki, at vit politikarir vilja tryggja nøgdsemið og motivatiónini hjá teim alment løntu – tí ávirkanin og ábyrgdin er ikki minst okkara!