Símin Hansen aftur til B36

Framherjin verður komandi kappingarár at síggja í hvítu og svørtu B36 troyggjuni. Sostatt hevur B36 styrkt seg við tveimum framherjum undan komandi kappingarárið, har felagið skal verja heitið sum føroya besta fótbóltslið.

 

Tað er B36 heimasíðan, sum ber boðini. Árstalsfelagið styrkti seg fyrr í vikuni við Dánjal Róa Olsen, sum somuleiðis er framherji.

 

- Símun verður av mongum mettur sum ein tann gjøgnumbrotssterkasti spælarin í føroyskum fótbólti. Kropsliga og tekniskt er hann sera væl fyri, eins og hann hevur eitt framúr gott skot, Við tilgongdini av Símun hava vit soleiðis fingið fatur á einum spælari, sum kann røkja øll framrættað pláss á vøllinum, og sum vanliga eisini plagar at vinna sær nøkur mál á egna konto hvørt kappingarár, skrivar heimasíðan hjá B36 um evnini hjá Símini Hansen.

 

29-ára gamli Símin Hansen er uppvaksin í B71 og spældi har til hann í 2003 skifti til AB, sum tá var í næstbestu deildini. Tvey ár seinni skifti hann til B71 og í 2006 var hann partur av B36 liðnum, sum millum annað spældi í Turkalandi móti Fenerbahce í Champions League.

 

Síðani skfti hann til B71 og hevur spælt har fram til í fjør, tá leiðin gekk til Gøtu og Leirvík at spæla við Víkingi.

 

Símin Hansen hevur sambært faroesoccer.com spælt 127 dystir í bestu deildini og skotið 19 mál. Hann hevur somuleiðis fingið 35 gul og átta reyð kort í teimum dystunum.