Símun heldur fram í Keflavík

Føroyski landsliðsspælarin Símun Samuelsen hevur skrivað undir nýggjan tvey ára sáttmála við íslendska felagið Keflavík. Símun Samuelsen hevur spælt í Íslandi í hálvtannað ár, og í fjør gekk rættiliga væl hjá honum í Keflavík, sum spælir í bestu íslendsku deildini. Hetta hevur fingið felagið at leingja sáttmálan við Símun í tvey ár afturat, og á heimasíðuni hjá Keflavík verður fegnast um, at føroyski spælarin heldur fram í felagnum. Í Keflavík halda tey, at Símun var millum bestu spælararnar hjá Keflavík í fjør.