Ítróttarsambandið fyri brekað - ÍSB - hevur skipað fyri FM í svimjing. Kappingin var í svimjihøllini í Gundadali, og svimjarar úr øllum landinum kappaðust í 18 ymiskum kappingum. Svimjarar vera bólkaðir eftir kyni, aldri og førleika.
- Stóri vinnarin hjá gentunum gjørdist Krista Mørkøre úr svimjifelagnum Ægiri. Heidi Eliasen og Signa Vár Dávadóttir stóðu seg eisini sera væl. Tær báðar eru úr Havnar Svimjifelag, og haraftrat venja tær í ítróttarfelagnum Smæruni.
ÍSB sigur í tíðindaskrivi, at hjá monnunum vóru tað Eivind Toftegaard úr ítróttarfelagnum Svani og Símun Petur Zachariasen, ið vunnu flest heiðursmerki.
- Fleiri børn luttóku eisini í kappingini, og í barnabólkinum vóru tað Ari Brimheim úr Smæruni og Eyð Patursson - eisini úr Smæruni - ið vunnu flest heiðursmerki.
At enda varð avdúkað, hvør Ársins svimjari 2012 er, og tann heiðurin fekk Símun Petur Zachariasen.
- Símun Petur hevur luttikið í kappingum her heima og úti í heimi. Hann hevur staðið seg væl og møtt trúfast upp til tey tiltøk, ið eru. Hann gongur trúfastur til svimjivenjingar í Klaksvíkar Kvøld- og Ungdómsskúla, og við sínum drúgvu royndum og áræði er hann ein fyrimynd fyri yngri svimjarar, sigur ÍSB.
Símun Petur fekk eitt steyp til ognar.