Símun Rógvi Hansen: Nú fara vit eftir bronsuni

Símun Rógvi Hansen hevði aftur hesaferð fingið møguleikan í HB-málinum heldur enn Teitur M. Gestsson, sum annars hevur staðið flestu dystirnar í ár. Símun Rógvi segði í práti við Rás2 eftir dystin, at hann ikki hevði nógv at gera, tí at HB stýrdi øllum dystinum.

- Vit vístu beinanvegin, at vit vildu vinna dystin, og so koyrdi tað bara harfrá. Vit fingu longu fyrsta møguleikan aftaná sjey sekund, og tá ið vit eftir 20 minuttir koma á odda 2-0, legði tað ein dempara á dystin og vit vistu, at FC Suðuroy fór at fáa tað trupult. Síðani koyrdu vit tað bara róliga í hús, segði Símun Rógvi Hansen.
Tað var ikki fyrr enn í allar seinastu minuttunum, at HB fekk økt til bæði 3- og 4-0, men tað var ikki tí at HB fór at hugsa um næsta dystin.
- Vit royndu at fáa triðja málið beinanvegin, tí vit vita, at 2-0 er ein vandamikil leiðsla og tað kunnu koma tilvildarlig mál, sigur Símun Rógvi, sum nú saman við liðfeløgum sínum fer at royna eftir bronsuni og evropeiskari luttøku til komandi kappingarár.
- Tað er tað, vit fara at royna eftir. Teir møta Víkingi næsta dyst, og vinna teir ikki tá somuleiðis sum vit vinna, so yvirhála vit teir. Tað er tí, vit sikta eftir nú, staðfestir Símun Rógvi.