Lagið er gott í Marbella, har føroyska landsliðið fyrireikar seg til venjingarlandsdystin móti Liktenstein í morgin. Tað kom eisini til sjóndar, tá FSF-Varpið royndi at gera samrøðu við Símun Rógva Hansen.
Til ber at síggja FSF Varpið við at trýsta á pílin á myndini
Jákup Mikkelsen, málmansvenjari á landsliðnum, greiðir frá hvat hann og málverjarnir brúka tíðina til undan landsdystinum. Sasmrøða er somuleiðs við Símun Rógva Hansen, sum er nýggjur á landsliðnum.
Rás2 sigur frá landsdystinum millum Føroyar og Liktenstein, sum verður klokkan 18 í kvøld. Rás2 byrjar at senda klokkan 16.30 við upptakt.