Símun Samuelsen venur við HB

Vil einki siga um støðuna hjá sær

Símun Samuelsen, sum hevur sáttmála við AB, venur í løtuni við HB. Tað hevur ljóðað, at Sigfríður Clementsen kundi hugsað sær onkrar royndar spælarar í hópin.

 

Les eisini: Hesir skulu vinna FM við HB

 

Fyrrverandi HB spælarin gjørdi í fjør tvey ára sáttmála við AB, sum í fjør flutti niður. Sum skilst, so stendur ikki so væl til á Argjum, har fáir sáttmálar eru komnir upp á pláss til komandi kappingarár.

 

Sum skilst, so hevur HB kannað møguleikan fyri at fáa Símun Samuelsen aftur í felagið, men at AB hevur víst tí aftur, tí hann hevur sáttmála og verður mettur, sum ein týdningarmikil spælari hjá felagnum.

 

Høvðuspersónurin vil einki siga um støðuna í løtuni, men segði sum gestur í Fótbóltspanelinum, tá hann bleiv spurdur um HB, at hann fór at spæla á Argjum.