Símun til Noregs

Beint undan evstamarkinum fyri spælaraskifti gjørdi norska Notodden leigusmáttmála við Keflavík. Hesin merkir, at Símun Samuelsen hetta kappingarárið skal spæla í felagnum, sum í løtuni liggur nummar 11 í næst bestu norsku deildini. Trý stig oman fyri niðurflytingarstrikuna.

Sum skilst, so vóru bara fáir minuttir eftir av sonevnda transfer-vindeyganum, tá sáttmáli nendaliga varð góðkendur. Norska fótbóltssambandið góðtekur einki annað enn originalar undirskriftir, og tí mátti Símun við flogfari til Noregs, soleiðis at tað var rætta undirskriftin – og ikki eitt kopi umvegis fax – sum stóð á sáttmálanum. So hjá Símuni og umboðsmanni hansara, Jákup í Stórustovu, var talan um ein heldur ferðmiklan seinnapart.

Á heimasíðu felagsins leggur felagið dent á, at teir hava fylgt Símuni væl.

- Vit fremja einki óðamannaverk við at gera hendan sáttmálan. Símun er ein spælari, sum vit hava fylgt yvir eitt longri tíðarskeið, og eg havi eisini sjálvur sæð hann spælt, sigur Jan Halvor Halvorsen, sum er venjari hjá felagnum.

Umframt Símun Samuelsen hevur Notodden tryggjað sær tveir aðrar spælarar, og tí meta teir, at talan er um styrktan hóp, sum nú skal lyfta liðið burtur úr niðurflytingarvandanum.