Nú eru allar tónlistavirðislønirnar fyri 2019 latnar, og sostatt er ársins Faroese Music Awards tiltak av. Løtan í kvøld var høvið at geva føroyingum í tónleikavinunni eitt herðaklapp, og hetta bleiv til í alt 17 virðislønir.
Niðan fyri síggjast allar myndirnar, sum myndamaður okkara Álvur Haraldsen hevur tikið í kvøld.
Her er eitt yvirlit yvir allar virðislønirnar til FMA 2019:
POPP/ROKK FLOKKUR
Ársins kvinnuligi sangari: Jasmin Mote
Ársins mannligi sangari: Jón Aldará
Ársins útgáva: Portur - Marius
Ársins sangur: Sara - Teitur
Ársins bólkur/einstaklingur: Teitur
OPIN FLOKKUR
Ársins sangari/einleikari: Eivør Pálsdóttir
Ársins bólkur/kór: Føroya Symfoniorkestur
Ársins útgáva/konsert: The Last Kingdom - Eivør & John Lunn
Ársins kompositión: The Last Kingdom - Eivør & John Lunn
—
Ársins videolag: God's Work - VSJ, leikstjóri Pætur Høj
Ársins húsi: Svartmálm - Uni Árting
Ársins tekstur: Támsins likam - Hamferð
Ársins nýggja navn: Eli Tausen á Lava
Ársins framleiðari: Theodor Kapnas
Áhoyraravirðislønin: VSJ
Ársins átak: Konsertupptøkurnar á Maggies
Ársins tónleikaheiður: Tey av Kamarinum