Arbeiðsfólkið á Sandoy Seafood lótu lítið við seg koma, tá fyrst kongsskipið Dannebrog og síðani sjóverjuskipið
Brimil komu á víkina.
Um so mangt annað steðgar upp ein slíkan dag, so gekk arbeiðið kortini sína vanligu gongd, tá teir fyrstu fínu gestirnir byrjaðu at koma til bygdina árla á morgni.
Samfelagslig virði verða skapt á einum slíkum virki, og tá ræður um at vísa, hvør dygd er í fólki, til eina og hvørja tíð.