Súni bíðar eftir nýggjum sáttmála

Súni Olsen hevur góðar vónir um at fáa nýggjan sáttmála við AaB, og Jón Rói Jacobsen er av álvara við at koma fyri seg eftir álvarsaman knæskaða

Summarið 2005 fór 25 ára gamli gøtumaðurin, Súni Olsen, til Aalborg at leika fulltíðar fótbólt. Tað hevur gingið bæði aftur og fram, har skaðar hava forðað honum at fáa veruliga gjøgnumbrotið. Sáttmálin hjá honum gongur út í summar, men Súni hevur góðar vónir um, at hann fær nýggjan sáttmála.

Trívíst væl
Hóast Súni fyri tað mesta hevur verið skaddur, so dámar honum væl í felagnum.
- Her er deiligt at vera. Nú eri eg við at koma fyri meg aftur, so nú kann eg aftur fara at spæla um pláss á besta liðnum, sigur Súni.
Tá ið Súni fór til Danmarkar, var málið at vinna sær pláss á besta liðnum. Nú, hálvtannað ár seinni, hevur hann framvegis sama mál.
- Skaðar hava darvað mær við at finna fast pláss á liðnum, men nú eri eg klárur at berjast víðari, sigur Súni.

Ikki einsamallur
Súni er ikki einasti føroyingur í AaB. Jón Rói Jacobsen leikar somuleiðis í felagnum, og teir hava eisini gott samanhald uttanfyri vøllin. Teir eru lidnir at venja kl.17 seinnapart, og eftir hetta er tíð til at slappa av.
- Mær dámar væl at slappa av. Eg gangi ofta túrar, fari at vitja Jón Róa ella bara siti og slappi av, sigur Súni.
Súni býr í íbúð saman við sínari føroysku damu, sum er niðri í lestrarørindum.



Landsliðið
Sum GÍ-leikari var stóra málið hjá Súna at røkka landsliðnm. Nú hann er fulltíðarleikari í einum sterkari felagi, hevur hann framvegis landsliðið í huganum.
- Eg havi altíð viljað leikt fyri landslið. Tað er greitt, at eg hugsi meira um tilveruna í AaB nú, men upp undir landsdystir føli eg altíð kensluna til at leika fyri landsliðið, sigur Súni.
Súni er spentur at sleppa at leika á liði saman við nýggja landsliðsáleyparanum, Christian Lamhauge Holst.
- Tað ljóðar sum Christian er ein sera málsøkin áleypari, so eg síggi fram til at leika við honum, sigur Súni.

Jón Rói havt skaðar
Jón Rói Jacobsen hevur verið óheppin í síni tíð í donskum fótbólti. Tvær ferðir hevur hann fingið álvarsaman skaða í knæið, og báðu ferðirnar hevur tað tikið mesta av einum ári at koma fyri seg aftur.
Jón Rói er nú av álvara við at koma fyri seg aftur, og hann hevur spælt við næstbesta liðnum fyri at fáa dystarvenjing.
Jón Rói stílar tó eftir at koma á besta liðið hjá AaB aftur. Har spældi hann nógv við, áðrenn hann fekk skaðan í knæið.