Súni og Jón Rói gestir á Rás 2

Radio Aktiv er sending, sum snýr seg um enskan fótbólt og tipping, og í dag verða føroysku yrkisspælararnir í AaB gestir í sendingini. Jón Rói Jacobsen og Súni Olsen hava sína dagligu gongd í danska oddaliðnum, og í dag er tað komið fram, at venjarin hjá teimum gevst í summar. Hetta verður høvi at tosað um í sendingini, og so sleppa teir báðir eisini at avdúka, hvørjum feløgum í Onglandi, teir halda við.

 

Árliga Klaksvíkskappingin verður spæld 1. og 2. Mars, og í dag verður kasta lut um, hvussu spælt verður í kappingini. Luttakandi feløgini eru KÍ, NSÍ, EB/Streymur og B36.