Súni og Jón Rói vóru við

AaB skaffaði sær eitt frálíkt útgangsstøði, tá ið liðið í gjár fekk javnleik 2-2 á útivølli móti finska FC Honka í Intertoto Cup.

 

Súni Olsen leikti allan dystin á miðvøllinum, meðan Jón Rói Jacobsen leikti allan seinna hálvleik. Súni hevði eitt frálíkt langskot á mál tíðliga í fyrra hálvleiki, men finski málverjin bjargaði.