Súni og Jón Rói við í kvøld

AaB skal í kvøld royna at vinna seg uppá eitt 2. pláss í Superliguni, tá ið teir møta tí væl koyrandi FC Nordsjælland. AaB væntast at fáa ein truplan dyst, og tað ger tað als ikki frægari, at AaB hevur heili fýra sterkar leikarar leikbannaðar. Tveir av hesum leikbannaðu eru verjuleikarar, og hetta hevur givið pláss til Jón Róa Jacobsen, sum nú er við aftur eftir ein drúgvan skaða. Næstan sjálvsagt er Súni Olsen eisini í hópinum, og av tí at kappingarneyti hansara á høgra bakki er leikbannaður, væntast Súni at vera millum teir fyrstu 11.

 

Dysturin byrjar kl.18, og tilber hjá føroyskum fjepparum at síggja dystin á TV2 Sport.