Lars Olsen hevði gjørt nakrar broytingar á liðnum til dystin hesaferð. Súni Olsen og Páll Andrasson Klettskarð komu inn fyri Daniel Udsen og Jóan Símun Edmundsson. Hallur Hansson varð skumpaður fram á framrættaða miðvøllin, meðan Chrstian Lamhauge Holst endaði á vonginum fyri Daniel Udsen.
Páll Klettskarð prógvaði, at hann kann spæla frá byrjan á landsliðnum, tað gjørdi hann ikki móti Írlandi á sinni, tá hann fekk fyrsta møguleikan frá byrjan. Súni Olsen gav okkum ta, sum vit hava væntað av honum í yvir hálvt hundrað landsdystum. Tryggur á bóltinum, góðar deyðbóltar og skapandi avleveringar.
Christian Lamhauge Holst vísti somuleiðis, at hann hevur nakað at geva landsliðnum á vonginum.
Gunnar droppaði
Mangan hevur Gunnar Nielsen bjargað landsliðnum, men týskvøldið droppaði hann, tá Eysturríki kom á odda. Gunnar Nielsen situr á bonkinum hjá Motherwell og tað er ikki ein haldbar støða hjá honum. Tað veit hann eisini væl vil gjarna sleppa framat, so hann kann spæla fast og lúka tað seinasta av villum úr spælinum hjá honum.
Í verjuni vóru nógvir glottar at síggja. Talan er um ungar menn, sum framvegis mennast. Tíverri, so er hon ikki nóg avgjørt í ávísum støðum. Í fyrra hálvleiki bleiv David Alaba brádliga púra leysur í brotsteiginum hjá okkum, men tíbetur rakti hann bóltin illa.
Málið til 2-0 er eisini for bíligt. Talan er um hornaspark, har ein spælari hjá teimum ov lættliga sleppur at seta fótin á bóltin.
Í framrættaða spælinum er tó nogv gott at síggja. Teir tora at hava bóltin og spæla hann frammeftir.
Súni Olsen ikki ein møguleiki longur
Hesa undan kappingina hevur Súni Olsen saman við Halli Hansson, Fróða Benjaminsen og Heina Vatnsdal verið á miðvøllinum. Súni Olsen var við frá byrjan og spældi yvir miðal. Føroyska landsliðið kemur at sakna deyðbóltarnar frá honum, og evnini til at spæla langar bóltar og venda spælinum.
Hann og Fróði Benjaminsen eru eitt gott par á miðvøllinum, men nú er møguleiki fyri, at teir ongantíð verða síggja aftur á landsliðnum. Súni takkaði alment fyri seg, meðan Fróði Benjaminsen gav ábendingar um, at hann møguliga gevst, men vildi ikki geva eitt greitt svar.
Natúrligi avloysarin verða Hallur Hansson og Heini Vatnsdal. Hallur spældi á framrættaða miðvøllinum og tað gekk ikki so gali. Hann heldur ikki líka nógv upp á bóltin sum eitt nú Christian L. Holst, men tað riggaði væl við smáspæli hjá AaB spælaranum.
Pól Jóhannus Justinussen var framúr á vinstra vongi og tað er har hann skal spæla. Eysturríki hevði stórar trupulleikar av honum. Styrki vísur hann í hvørjum tvídysti, men nú er hann eisini farin at skapa møguleikar og koma til málmøguleikar.
Páll prógvaði sítt virðið
Páll Andrasson Klettskarð vísti sítt virðið týskvøldið. Hann legði stórt trýst á verjuna hjá Eysturríki. Rann eftir hvørjum møguleika og tað órógvaði verjuna hjá teimum. Hann er ikki ein arbeiðshestur og tí missur liðið ikki ein mann í verjustøðu, tá hann er við.
Ein samanseting av honum og Jóan Símun Edmundsson kundi verið eitt framtíðar álopsspar. Hinvegin, so vísti Klæmint Andrasson Olsen, at hann heldur ikki er smæðin fyri at lata seg í landsliðstroyggjuna.
Í longri tíð hevur álopssamansetingin verið givin undan hvørjum dysti, men tað er hon ikki longur. Tað er bara ein fyrimunur fyri Lars Olsen og føroyska landsliðið.
Páll spælt móti Kasakstan?
Tað er altíð lætt at verða, eftir dystirnar. Tá avrikið hjá Pálli var so gott móti Eysturríki, kundi spurt hví Páll ikki byrjaði inni í fyrra dystinum, ella kom inn fyrr. Hann kom bara inn í 13 minuttir.
Tað var nógv trýst á landsliðsvenjaranum at fáa stig móti Kasakstan. Tí kann hugsast, at hann vildi ógvuliga fegin halda fast í eina stignum og ikki vildi satsa ov nógv.
Tað restaði ikki nógv í, at føroyska liðið fekk mál móti Eysturríki, men eftir at hava sæð dystin umaftur, so er staðfestingin, at Eysturríki hóast alt ar betri samanlagt og hevði møguleikar til onnur mál eisini.
Lars Olsen er í dag væl klókari enn tá hann tók við starvinum. Hann veit nú, at hann hevur fleiri møguleikar. Hann hevur funnið eina verju sum mennist, ein miðvøllin har avloysarnir fyri fráfarandi skiparar eru funnir og eitt álop, sum hevur møguelikar. Vit kunnu ikki spæla við somu ellivu tvær ferðir upp á fýra dagar og spæla vit í mars mánaði, so mugu fyrireikingarnar verða betri.
Síðst, men ikki minst, so hevur hann fingið eina ávaring um, at miðlarnir í Føroyar, eins og í tunnilsmálinum, ikki liggja á latu síðuni.
[email protected]
Spælarametingar:
Gunnar Nielsen: 3
Eigur klárt tað fyrsta málið, sum Eystrríki fær. Hevur annars tvær góðar bjargingar og nakað afturat at gera. 3-tal.
Jónas Tór Næs: 4
Kom væl framvið í álopum og gjørdi sítt í verjupartinum. Serliga er tað avgerandi taklingin tíðliga í seinna hálvleiki, tá Eysturríki er í mótálopi.
Jóhan Troest Davidsen: 4
Spældi væl í miðverjuni. Stemplaði fleirti ferð upp á álopsspælaran, sum kom aftur í vøllin at taka í móti, men tað fekk hann ikki loyvi til frá Jóhan.
Rógvi Baldvinsson: 3
Átti málið til 2-0, tá hann ikki megnar at rudda vekk eftir hornaspark. Spælir við stórari risiko, tá hann avleverar og dribblar fram. Tað er um at kosta í fleiri førum, men hann vinnur eisini bóltar langt frammi á vøllinum, sum aðrir ikki klára.
Viljormur Davidsen: 4
Framrætta spælir hann framúr. Kemur til fleiri innlegg eftir gott smáspæl og dribblinginar. Misskiljingar millum hann og Rógva ger, at David Alaba er um at fáa ókeypa mál í fyrra hálvleiki, umframt at onkur avspæling ikki er nógv neyv.
Fróði Benjaminsen: 4
Tekur teir tvídystirnar hann skal á miðjuni. Ger einki ov torført og missur tí sjáldan bóltin. Ger brotssparkið, sum Alaba skorar til 3-0 uppá. Tað er eftir bestu sannføring eitt gult kort fyri film til eysturríkaran.
Súni Olsen: 5 (Út 82.min)
Stríddist manniliga á miðjuni. Vinnur fleiri taklingar og sleppur sær skilagott av við bóltin. Deyðbóltarnir vóru eitt undir vanliga høga miðal. Verður dagsins spælari við eitt sindur av hjálp, tí talan er um seinasta dyst á landsliðnum. Takk fyri alt, Súni Olsen.
Christian L. Holst: 4 (Út 70.min)
Var tryggur í framrættaða spælinum og missur ikki bóltin. Hevði eina “Steven Gerrard” avlevering upp á 40 metrar. Manglar enn eitt sindur í mun til, tá hann er í toppform.
Pól Jóhannus Justinussen: 5
Sjónligur á vinstra vongi og tann spælarin Marcel Koller, venjari hjá Eysturríki legði mest merki til. Hevði fleiri royndir á mál, vann tvísdystir og var tryggur á bóltinum.
Hallur Hansson: 4
Fluttur á framrættaða miðvøllin. Heldur ikki so leingi upp á bóltin sum Holst, men riggaði væl við skjótum 1-2 spæli. Torir at venda og skjóta. Var ágrýtin í trýstinum, men var um reppið at fáa seinna gula.
Páll A. Klettskarð: 4 (Út 73.min)
Ein sannur arbeiðishestur, sum vísti at hann er klárur at byrja inni í framtíðini. Órógvaði allan dystin á tamb og vísti góðan bólførleika, tá hann skuldi taka bóltin niður og spæla hann víðari. Time’aði ikki allar luftdystirnar rætt.
Christian R. Mouritsen: 3 (Inn 70.min)
Kom inn á høgra vong, men fekk ongantíð víst sítt virðið. Misti bóltin av vøllinum eina ferð, men vísti í aðrari aktión, at hann hevur tekniskar førleika at seta menn av við góðum temjingum.
Klæmint A. Olsen: 4 (Inn 73.min)
Vísti eisini, at hann vil upp í part á landsliðnum. Var um reppið fáa mál beinanvegin, men vísti eisini hvussu arbeiðissamur hann er á fremsta plássi.
Jóan Símun Edmundsson: (Inn 82.min)
Kom inn seinastu átta minuttirnar og hevði eina roynd, sum bleiv blokerað. Fekk eisini gult kort fyri takling, sum vísti at hann ikki er nøgdur við at sita á bonkinum.
Dystargongd:
Fyrri hálvleikur
0-15:
Eysturríki hevur tamarhald á støðuni. Teir eru tryggir á bóltinum og føroyska liðið fær einki gjøgnumspælt álop. David Alaba hevur góða skotroynd, men Gunnar bjargar.
(Eysturríki betri)
16-30:
Eystrríki skorar, eftir málmansfeil frá Gunnari Nielsen. Eftir málið byrjar føroyska liðið at spæla betri og kemur fleiri ferðir um miðjuna við bóltinum. Tvær vandastøður frammanfyri málinum hjá Eysturríki.
(Eysturríki betri)
31-45:
Eysturríki hevur aftur nakrar góðar gjøgnumspældar støður, men føroyska liðið kemur til fleiri góðar støður. Christian Lamhauge Holst er millum bestu spælararnar hjá okkum.
(Eysturríki betri)
Seinni hálvleikur
46-60:
Føroyska liðið skapar tríggjar góðar málmøguleikar. Páll stútar uppum, Pól Jóhannus við góðum innileggi og Hallur Hansson við skoti. Í hinum endanum hevur Eysturríki eisini sínar møguleikar, men Jónas Tór Næs bjargar í evstu løtu
(Javleikur)
61-75:
Eysturríki skorar tvey mál, sum punktera dystin. Fyrra eftir hornaspark og tað seinna upp á brotsspark. Bæði kundu verið sloppin undan. Vit hava upp í tríggjar góðar støður, men fáa ikki mál.
(Eysturríki betri)
76-90:
Eysturríki byrjar við at raka stongina. Føroyska liðið trýstir fyri at mál og Pól Jóhannus, Klæmint, Súni og Jóan Símun hava royndir á mál.
(Føroyar betri)