Hvørki Jón Rói Jacobsen ella Súni Olsen eru við í AaB-hópinum, sum í dag skal leika ímóti AC Horsens. Eftir at nógvir leikarar eru vendir aftur eftir skaða og leikbann, er ikki pláss fyri Jón Róa, sum annars spældi samfullar 90 minuttir í dystinum ímóti FC Nordsjælland fyrr í vikuni. Súni Olsen hevur í nakrar dagar drigist við ein skaða, og er tí ikki tøkur í dag. Talan er um eina fipurspreinging, sum hann fekk undir venjing fyrr í vikuni. Skaðin er ikki so álvarsamur, og hann væntast at verða klárur aftur ein av komandi døgunum.
Dysturin í dag er hin fjórðseinasti, og tey trý stigini eru krav, um AaB skal gera sær vónir um at fáa nøkur heiðursmerki í ár.