Hóast skjøl hjá Sosialinum mótsiga tí, sum bankastjórin førdi fram í Dagur&Viku fríggjakvøldið, vil Súni Schwartz einki siga.
-Hví siga tit ikki Taks frá, at grannskoðarin hjá tykkum er ósamdur við tykkum í hasari tulkingini, so Taks veit hvat støðan skal takast útfrá, spurdi Bogi Godtfred fríggjakvøldið, tá ið Súni Schwartz Jacobsen var gestur í Dagur&Viku.
Og stjórin svaraði:
-Tá tað kom fram, avráddi nevndin 26. januar í 2016, at vit skuldu taka kontakt til Taks aftur, og bjóða teimum oman á fund í Eik banka, har grannskoðarin eisini greiddi frá sínari hugsan.
Men tað má sigast at vera ósamsvar millum tað, sum bankastjórin førdi fram fríggjakvøldið, og tað, sum skjølini hjá Sosialinum vísa. Tí longu í mars 2014 sendi Spekt eitt skriv til nevndina í Eik. Har var sagt, at tað eftir teirra meting ikki er loyvt at draga tapið frá hvørki sum skattafrádrátt ella sum skattligt goodwill.
Og hóast hetta varð sent í mars 2014, so sigur Súni Schwartz Jacobsen við Dagur&Viku, at so skjótt tað kom fram, at grannskoðarin var ósamdur við nevndina, so vendu tey sær til Taks. Tað eru tó 22 mánaðir ímillum, at granskoðanin segði sína hugsan um málið skrivliga, til at Eik vendi sær aftur til Taks.
Vit hava roynt at fingið viðmerking frá Súna Schwartz Jacobsen síðani vit fyrstu ferð greiddi honum frá okkara skjølum í síðstu viku, men tað hevur ikki eydnast.