Súni skoraði fyri AaB

AaB spældi týskvøldið í Viasat Cup, sum er ein kapping fyri superligafeløgini, har vinnandi liðið fær tríggjar milliónir krónur. AaB var á heimavølli ímóti SønderjydskE og vann heili 3-1. Súni Olsen spældi allan dystin á miðvøllinum hjá AaB, og hann skoraði eisini eitt av málunum. Tað var eftir ein lítlan tíma, tá ið hann dróg inn í brotsteigin og smekkaði bóltin í málið. Við sigrinum á SønderjydskE vann AaB seg víðari í kappingini.