Meðan vaktarfólk tvísporaði inn a vøllin fyri at verja dómararnar, so óðir víkingir ikki blivu ov nærgangandi, gekk maðurin við 7 talinum á rygginum hjá B36 róligur av vøllinum. Hóast hann er liðskipari hjá vinnandi liðnum, so hevur hann tamarhald á støðuni, meðan aðrir stórfegnast millum rasandi víkingarnar.
Hann er eitt tað størsta navið í føroyskum fótbólti og hevur nú vunnið sær fasta plássið á miðvøllinum á landsliðnum aftur. Eftir tveir harðar landsdystir stóð hann aftur klárur í B36 troyggjuni. Liðið varð umskipað og tí var frísparkssnillingurin fluttur í miðverjuna.
Alt bendir á, at liðskiparin hjá B36, tann navnframi gøtumaðurin, Súni Olsen, verður at síggja í Gøtu komandi kappingarár.
Ikki tikið avgerð
Millum B36 viðhaldsfólkini, sum Sosialurin hevur tosað við, so tykjast tey longu hava gjørt seg til reiðar at missa landsliðsmiðvallarn, sum hevur spælt í B36 seinastu trý árini. Hann er nú fluttur til Gøtu og tí er upplagt, at hann skiftir til røturnar.
- Tað er ov tíðliga at byrja at hugsa um tað nú, men tað er ongin loyna, at eg eri fluttur til Gøtu aftur. Eg havi ikki tikið støðu um nakað enn. Fyribils vil eg bara gera mítt besta fyri B36 og vísa teimum loyalitet. Eg havi havt trý góð ár í B36, sigur Súni Olsen róligur á málinum.
Tað er serliga langi túrurin úr Gøtu til Havnar, sum spælir inn.
- Tað melur í høvdinum, at tað kann blíva strævið at skula koyra í eina tíma til og frá venjing hvønn dag. Tað er sjálvandi betri um tú bara skal ganga lítlan túr fyri at koma til venjing heldur enn at koyra ein tíma, sigur Súni víðari.
Torført at ímynda seg í eini ÍF ella NSÍ troyggju
Tað er fleiri feløg í eysturoynni, sum kundu brúkt evnini hjá Súna Olsen. ÍF stendur til at missa fleiri spælarar, KÍ hevur brúk fyri royndum spælarum, ið klára at standa móti trýstinum, NSÍ er í stórari menning og nærkast toppinum, B68 verður helst nýtt lið í bestu deildini og EB/Streymur stríðist við at halda fast í heitinum sum topp 2 til í føroyskum fótbólti.
Hóast nógv er broytt í fótbólti seinnu árini, so er tað ikki alt, sum kann keypast fyri pengar.
- Eg havi torført at ímynda mær, at eg komi at spæla í eini NSÍ ella ÍF troyggju. Soleiðis eri eg uppdrigin, men fótbóltur er broyttur nógv seinnu árini. Tað eru komnir pengar upp í spælið, sigur Súni og leggur tó afturat:
- Eg eri blivin eitt sindur eldri nú og ræðist ikki líka nógv at skifta, sum eg gjørdi fyrr. Nú er tað familjan, i verður ræðfest hægst. Eg vil vera saman við teimum so nógv sum eg kann, sigur miðvallarin.
Fleiri ár eftir sum fótboltsspælari
Tíðin stendur ikki í stað og tað ger aldurin á Súna Olsen heldur ikki. Hann spældi sín fyrsta dyst í bestu deildini í føroyskum fótbólti í 1997, men háost tað, so metir hann seg hava fleiri góð ár eftir.
- Eg var nógv skaddur áðrenn eg kom til B36, men hesi seinastu trý árini hevur tað gingið væl viðvíkandi skaðum. Sjálvt um eg eri 32 ár og verið 33 til komandi kappingarár, so kenni eg á mær, at eg havi nøkur góðar ár eftir sum fótbóltsspælari. Tað haldi eg eisini at eg havi prógvað á landsliðnum seinastu tveir dystirnar, sigur Súni Olsen.
Til dystin í gjár var Súni fluttur aftur í miðverjuna, men frísparkssnillingurin hevur ongan ætlan um at enda sum miðverji.
- Eg havi bara spælt í miðverjuni, tí menn hava verið skaddir. Eg havi onga ætlan um at blíva umskúlaður til verjuspælara. Eg havi eftir hondini spælt øll plássini í hesum kappingarárinum. Sjálvt sum málverji, sigur Súni skemtandi.
Býr millum mótstøðuspælararnar
Eftir hondini hevur Súni spælt nógvar dystir móti Víking og tað nervar heldur ikki B36 spælaran, at spæla móti tí, sum í dag best kann lýsast sum barndómsfelagið.
- Hetta var bara ein dystur sum allir aðrir. Eg eri altíð uppsettur líka mikið um tað er Týskland ella Víking eg spæli ímóti, men nú búgvi rundan um teir flestu á liðnum hjá Víkingi, so tað gera tað sjálvandi eitt sindur serligt.
Súni Olsen skal ganga í skúla í Havn til í summar, men tað er bara tveir dagar um vikuna. Hetta tykist tó ikki verða nokk til at lokka gøtumannin at taka eitt ár aftur at í Havn. Hann hevur tó ikki tikið eina avgerð.
- Eg vil vísa B36 loyalitet og stríðast fyri felagið til tað seinasta. So kunnu vit taka eina avgerð, sigur Súni Olsen.
Øði í Gundadali
Súni Olsen var mitt í rokanum, tá dysturin í Gundadali í gjár gjørdist nakað heitur.
- Tað gjørdist nakað heitt í seinna hálvleiki og eg bíðaði bara eftir at onkur fór at fáa reyða korti. Tað kom so ongantíð, sigur Súni Olsen, sum var langt frá hendingini, tá B36 fær sigursmálið, sum tað verður tosað so nógv um.
- Eg helt fyrst, at hjálpardómarin vinkaði fyri afturlegging. Tað helt eg so ikki tað var, men sá so, at hann byrjaði at renna móti miðjuni. So gjørdist eg sjálvandi glaður, sigur Súni at enda.
[email protected]
B36:
Tórður Thomsen: 4
Kundi lítið gera við málini hjá Víkingi. Spældi annars ein miðal góðan dyst í málinum hjá B36.
Høgni Eysturoy: 3
Spældi ein miðal dyst á høgra bakki. Skaraði ikki burturúr, men datt hinvegin heldur ikki niður í millum.
Robert Heðin Brockie: 2
Tað byrjaði við, at hann ikki rakti bóltin, tá hann skuldi sparka vekk. Tók nakrar skeivar avgerðir, men aftur var samansetingin í verjuni hjá B36 broytt. Tað kann ikki verða lætt fyri ein ungan mann.
Súni Olsen: 4
Mundi gjørt dagsins brølara, tá hann var óansin við afturlegging. Spældi annars væl. Tryggur á bóltinum, sterkur í uppspælinum og ein hóttan í deyðbóltunum.
Ámund Nolsøe: 2
Spældi tí Símun Joensen ikki er klárður. Er ikki til reiðar til Effo-fótbólt enn og sá í løtum út sum veika punktið hjá B36, men stóð seg væl yvirfyri Kaj Leo, sum sjáldan slapp framvið. Bæði málini hjá Víkingi koma gjøgnum hansara síðu eftir innlegg, sum han tó ikki kann lastast fyri.
Evrard Ble: 3
Var ikki so sjónligur á miðvøllinum, men hevði alíkavæl nógv bóltin. Vísti í løtum góða bóltførleikan, men tað bleiv ongantíð til meir enn tað.
Róaldur Jakobsen: 3
Var somuleiðis á miðvøllinum, men uttan av álvara at seta seg á dystinum. Fleiri góðar renningar og kom í brennidepilin viðvíkjandi avgerandi málinum.
Høgni Midjord: 2 (Út 78.min)
Var ein av teimum, sum var um at missa høvdið í dystinum. Kom til nøkur innlegg, men megnaði sjáldan at hótta.
Gilli Sørensen: 2
Megnaði somuleiðis sjáldan at hótta Víkingarnar og fekk ov lítið burtur úr nógvu ferðini. Blandaði seg ov lítið í spælið og spældi undir miðal.
Lukasz Cieslewicz: 4
Skuldi helst verið útblakaður, tá hann at síggja til stútaði Bárð Hansen. Var annars millum eyðsýndastu spæalrarnar á vøllinum og Hans Jørgen skuldi fingið reytt fyri at hálan Lukasz niður. Skoraði eisin gott mál til 1-1.
Adeshina Lawal: 5 (Út 90.min)
Ein støðug hóttan móti verjuni hjá Víkingi og helt høvdið kalt allan dystin. Fekk løn fyri stríðið, tá hann skoraði til 2-2. Vann nógvar tvídystir og altíð til reiðar at taka móti bóltinum.
Jákup á Borg: 4 (Inn 78.min)
Kom inn í eitt korter og gjørdi mun. Legði upp til málið hjá Lawal og gav liðnum viljan at vinna seinastu løtuna.
Benjamin Heinesen: (Inn 90.min)
Kom inn seinastu minuttirnar. Ov stutt tíð til at gera eina meting.
Víkingur:
Geza Turi: 3
Er sjálvandi íblandaður í avgerandi málinum og tað má so ella so telja niður. Spældi annars ein fínan dyst og kundi einki gera við hini bæði málini.
Bárður Hansen: 5
Legði upp til tað fyrsta málið við einum dreyma innleggi. Hevði sum so ongar trupulleikar av Gilla og hevði rímuliga gott tak á Lukasz. Millum teir bestu hjá Víkingi.
Erling Jacobsen: 4
Er ótrúliga trúgvur í rennidystunum og stríddist við Lawal og Lukasz. Hevði liðskiparabandið á og spældi eisini sum ein liðskipari.
Hans Jørgen Djurhuus: 3
Skuldi verið útblakaður fyri at fella ein leysan Lukasz, og fekk gult fyri aðra ógvusliga takling móti sama Lukasz. Stóð seg annars væl meginpartin av dystinum sum avloysari hjá Atla í miðverjuni.
Dánjal Pauli Lervig: 3 (Út 90.min)
Hevði ikki stórvegis trupulleikar av Høgnunum báðum í høgru hjá B36. Spældi ein miðal dyst uttan at gera so nógv um seg.
Sølvi Vatnhamar: 4
Var javnvágin á miðvøllinum hjá Víkingi. Vinnur nógvar bóltar og sleppur væl av við teir. Vísti yvirskot í mótálopunum í seinna hálvleiki, tá Víkingur skuldi havt lukkað dystin.
Heðin Hansen: 2 (Út 71.min)
Skoraði málið tíðliga í dystinum og tað var eitt gott mál. Men megnaði ongantíð at koma ordiliga við í dystin og var útskiftur tjúgu minuttir fyri tíð. Hevur ikki fingið møguleikan í seinastuni og tóktist ikki 100% í form.
Jann Ingi Petersen: 4 (Út 90.min)
Líkist meiri og meiri einum spælara hjá Víkingi. Arbeiddi hart og átti lut í framrættaða spælinum. Er nú follin til á liðnum.
Hanus Jacobsen: 3
Fluttur fram á vongin og tað gekk nú á eini góðari leið. Er altíð garantur fyri hart og gjøgnumført arbeiði, men kom ikki í vandastøðurnar hann plagar sum miðvallari.
Kaj Leo Í Bartalsstovu: 2
Helst nakað hart at geva honum eitt 2-tal, men hann megnaði í alt ov lítlan mun at bjóða umskipaðu verjuni hjá B36 av. Er pill etandi fullur av góðum evnum, men tey mugu umsetast til meir á vøllinum.
Finnur Justinussen: 4
Mál telur altíð upp fyri ein áleypara og Finnur fekk sítt mál. Hann hevði eisini onkrar góðar aktiónir, men spældi sum so ikki nakran branddyst.
Magnus Janskor: 3 (Inn 71.min)
Kom inn á høgra vong seinastu tjúgu minuttirnar. Smæddist ikki burtur, men kom ikki í so nógvar spentar støður, men tykist vera ein spennandi spælari.
Svein Justinussen: (Inn 90.min)
Ov stutt inni til at gera eina meting.
Hjartvard Hansen: (Inn 90.min)
Ov stutt inni til at gera eina meting