Fótbóltur
Javnleikur á heimavølli ímóti Horsens er óivað eitt vónbrot hjá aalborgensarum, men tað kundi verið verri, tí fimm minuttir fyri leiklok kom útiliðið framum. AaB javnaði tó við brotssparki, tá tveir minuttir vóru eftir at leika.
Norðmaðurin Fredrik Winsnes legði Aab framum stutt fyri steðgin, og tað var líkt til, at Aab fór at koyra sigurin heim. Men í seinna hálvleiki javnaði Besart Berisha fyrst fyri Horsens, og síðani legði hann eisini útiliðið framum. Aab bjargaði tó tí eina stiginum, tá Rasmus Würtz skoraði frá brotssparksblettinum.
Súni Olsen varð skiftur inn fyri áleyparan Simon Bræmer, tá eitt korter var eftir, og Súni leikti á miðvøllinum tað, ið eftir var av dystinum. Jón Rói Jacobsen sat á bonkinum allan dystin, og Johan Byrial var ikki við á Horsens liðnum.