Útiseti
Aalborg:
Forbedring ønskes.
Týsdagin 18. oktober hevur vælumtókta danska fótbóltsblaðið, Tipsblaðið, eina fyribils uppgerð yvir avrikini hjá nýggju leikarunum í Superliguni. Saman við so stórum profilum sum André Bergdølmo, Marcus Allbäck, Marcus Lantz, Thomas Rytter og Thomas Rasmussen úr ávikavist FC Keypmannahavn og Brøndby, verður føroyski landsliðsleikarin Súni Olsen eisini vigaður fyri síni avrik í reyð-hvíta AaB búnanum.
Dómurin hjá Tipsblaðnum er so sum so. Blaðmenninir á Tipsblaðnum meta, at gøtumaðurin skal betra um síni avrik í Aab troyggjuni.
Súni Olsen er skjótur at svara aftur. Dagin eftir dómin í Tipsblaðnum verður 24 ára gamli føroyingurin stóra hetjan á Aalborg Stadion, tá hann við rimmar frísparki avgerð steypadystin móti FC Midtjylland.
Síðan hevur skotsterki landsliðsleikarin ikki hugt aftur. Gøtumaðurin við svarta 19 talinum á rygginum hevur verið millum teir fyrstu ellivu teir seinastu tríggjar dystirnar á besta liðnum hjá Aab, og møguleikin fyri at bíta seg fastan á AaB liðið tykist avgjørt at vera til staðar.
Gingið skjótt
Hóast teir taptu móti Viborg leygardagin, tykist hýrurin á Aab leikarunum góður. Tað er mánadagur, og liðið úr Aalborg er farið undir at fyrireika seg til stóru uppgávuna um vikuskiftið, tá Brøndby vitjar Aalborg Stadion. Leikararnir og venjarar sita í kantinuni og fáa sær døgurða eftir venjingina í morgun.
Umstøðurnar hjá AaB-leikarunum at venja eru framúr. Her eru hvíldarrúm, fimleikahallir, rennimaskinur, vektrúm og lækna- og fysioterapi høli.
-Jú, eg eri fallin ómetaliga væl til í Aalborg, sigur Súni Olsen, tá vit sessast við eitt av borðunum í kantinuni, eitt sindur burturi frá har hinir AaB-leikararnir sita.
Gøtumaðurin flutti til Aalborg í juli mánaði, og hann sigur seg stórtrívast í Norðurjútlandi og Aab. Sum hjá flest øllum føroyingum, sum royna fótbóltseydnuna uttanlands, hava fyrstu mánaðirnir hjá Súna Olsen verið nýttir at tillaga seg til høgu leikferðina í Superliguni.
Tá føroyski landsliðsleikarin skrivaði undir við AaB í summar, hevði hann sett fyrsta hálva árið av til at venja seg við leikferðina, men tað hevur gingið væl í hond bæði í venjing og dysti, at hann longu nú er fastur fúsur á besta liðnum hjá AaB.
-Eg hevði sett eitt hálvt ár av til venja meg við leikferðina. Tí eri eg rættiliga yvirraskaður av, at tað hava verið boð eftir mær so tíðliga til besta liðið, og at eg havi fingið so nógva spælitíð, sum eg havi. Tað hevur gingið væl til venjing, og eg haldi, at eg so smátt havi vant meg við leikferðina. Eg haldi, at eg róliga kann siga, at eg ongantíð havi verið so væl fyri, sum eg eri í løtuni, fortelur Súni Olsen.
Gøtumaðurin leggur afturat, at mongu skaðarnir og leikbann í AaB hópinum í heyst eisini hava gjørt sítt til, at hann møguliga hevur fingið møguleikan á besta liðnum so tíðliga. Hóast listin yvir skaddar og leikbannaðar leikarar stundum hevur verið langur hjá AaB í heyst, fækkast hann í hvørjum. Í løtuni eru tað bert Thomas Augustinussen, makedonski landsliðsleikarin Artim Sakiri og sviin Matthias Lindstrøm, sum sita uttanfyri, og framvegis er gøtumaðurin millum teir fyrstu ellivu hjá AaB.
Súni Olsen hevur roynt seg á fleiri ymiskum plássum á AaB liðnum. Seinastu vikurnar hevur venjarin í AaB nýtt Súna mitt á miðvøllinum, úti í síðuni og á bakkunum. Seinasta leygardag var føroyski landsliðsleikarin mitt á miðvøllinum saman við danska landsliðsleikarnum, Rasmus Wurtz.
-Spæliskipanin hjá AaB hóskar væl til mín, tí hon minnir nógv um hana, eg havi spælt á landsliðnum. Eg eri hampiliga væl nøgdur við míni persónligu avrik higartil. Eg havi hvørki spælt illa ella yvirvæl, men eg haldi hinvegin, at eg havi verið rættiliga støðugur, sigur hann.
Stórt álit
Venjarin hjá superligafelagnum AaB og føroyska landsliðsleikaranum er sviin Erik Hamrén. Hóast AaB ikki stendur seg so væl í superliguni, sum mongu áskoðarnir í Aalborg høvdu vónað, situr dámligi sviin trygt í venjarasessinum í Norðurjútlandi.
-Hann er ein fantastiskur venjari, sum hevur bæði beinini á jørðini. Erik tosar nógv við okkum spælarar bæði undir venjing og í dysti, og tað dámar mær væl, tí so veitst tú, hvar tú flýtur. Hann er rættiliga róligur maður, men samstundis er hann ikki bangin fyri at geva ilt av sær, tá tað krevst. Hann gongur eisini ótrúliga høgt upp í, at vit eta rætt, er skoðsmálið frá Súna Olsen.
Herfyri fekk føroyski landsliðsleikarin at vita frá Erik Hamrén og hjálparvenjaranum Allan Kuhn, at teir hava stórt álit á sær.
-Eg tosaði við teir herfyri, og eg varð róstur fyri at hava góðan hugburð til venjing og í dysti. Teir høvdu bitið merki við, at eg ikki fór so lætt niður við høvdinum, tá á stóð. Báðir søgdu seg eisini hava stórt álit á mær, og tað kennist sjálvsagt rættiliga væl at fáa slík skoðsmál, greiðir Súni frá.
Landsliðið
Seinasta fríggjadag setti Fótbóltsamband Føroya Jógvan Martin Olsen í starv sum nýggjan landsliðsvenjara. Á tíðindafundinum kom undan kavi, at nýggi landsliðsvenjarin hevur í hyggju at seta Súna Olsen á miðvøllin í komandi undankapping.
Gøtumaðurin hevur annars, síðan hann fyrstu ferð fekk landsliðsboð verið fastur fúsur á vinstra bakki, hóast nógvar atfinningarsamar røddir hava verið frammi um at flyta evnaríka gøtumannin á miðvøllin.
-Ja eg fekk eitt smíl, tá eg hoyrdi frá mammu, at hann hevði sagt tað á tíðindafundinum. Eg havi trívist fínt á vinstrabakki, men tað er einki dulsmál, at mín favoritt pláss er á miðvøllinum, har eg eisini kann gera nakað offensivt, so tað verður spennandi at royna seg á miðvøllinum á landsliðnum, greiðir hann frá.
Seinast í januar mánaða verður drigið lut um, hvørji lið skulu hittast í komandi undankapping. Spurdur hvørjum tjóðum, hann vónar at Føroyar møta, svarar Súni Olsen:
-Nú spæli eg saman við tveimum (Rasmus Wurtz og Allan K. Jepsen, blðm), sum plaga at vera úttiknir til danska landsliði, og tí kundi tað verið stuttligt at møtt Danmark. Vit hava ongantíð møtt Italia ella Onglandi, og tað eru tvey lið, sum kundi verið spennandi at spælt ímóti, sigur hann.
Heimligt
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Súni Olsen roynir seg uttanlands. Frá 1999 til 2002 royndi evnaríki gøtumaðurin seg í hollendska felagnum FC Zwolle. Hóast tað gekk væl á vøllinum, kendi gøtumaðurin seg eitt sindur einsamallan uttanfyri vøllin.
Á tíðindafundinum í summar, tá skifti til AaB varð almannakunngjørt, vísti Súni eisini á, at júst Aalborg og Danmark høvdu týdning fyri hansara spælaraskiftið, tí væntandi vóru umstøðurnar meira heimligar, sum hann tók til.
-Uttanfyri vøllin gongur eisini væl. Daman hjá mær býr her í Aalborg og eg havi eisini nógva familju í Danmark. Millum okkum spælarar er eisini gott samanhald uttanfyri vøllin. Mær dámar væl Aalborg sum bý og fólkini her eru niðri á jørðini, sigur Súni Olsen at enda.